Fótbóltur

Bar ikki á mál

Fríspark, reytt kort til René Shaki Joensen og so mál frá Jonas Wind, ið hesaferð ikki varð kolldømt av VAR: Føroyska A-landsliðið hjá monnum góvu saman við áskoðarunum eina framúr heildaruppliving í kvøld, men tað rakk ikki til eitt gandakent stig.

Føroysku leikararnir stríddust fyrimyndarliga væl og stóðu allan dystin saman sum eitt lið (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku leikararnir stríddust fyrimyndarliga væl og stóðu allan dystin saman sum eitt lið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-04 21:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fingu ikki eitt stig í kvøld, men teir vunnu í øllum førum fólksins tokka aftur, um hann var partvíst burtur eftir dystin móti Ísrael, so ruddiliga. Hetta kann av álvara staðfestast, nú FØROYAR-rópini gella, beint eftir síðsta bríksl á Tórsvølli. Ikki bert frá tí heilt framúr góða Skansanum, ið fyrimyndarliga væl stýrdi tí stuðlinum, sum skumpaði føroyingar fram, men frá øllum á flotta tjóðarleikvøllinum, sum eftir seinnasta bríksl reisti seg upp og heiðraðu einum framúr góðum avriki móti liðnum, sum ógvuliga nær við at spæla seg í EM-finaluna í summar og sum er styrkismett sum eitt av teimum bestu tíggju í heiminum.

Fimm minuttir fyri tíð megnaðu okkara ikki at halda meira, og tað er serstøk kensla, ið ein situr eftir við nú: Errin, og heldur rørdur, men samstundis eitt sindur vónbrotin og við eitt sindur av irðan - ikki orsakað av nøkrum føroyskum mistaki, men av tí at tað sum teir í hvítum og blaúm framdu, við frálíku stuðli frá áskoðarunum, ikki rakk til eitt søguligt stig, ið hevði verið eitt tað flottasta, ið Føroyar nakrantíð hava fingið. Skotið hjá innskifta John Frederiksen í yvirtíðini og serliga stútarin hjá Jóan Símun Edmundsson á tvørtræðið, tá beint undir ein tími var leiktur, eru eitt gott súmbol uppá, hvussu nær við vit vóru at fáa heilt stóra úrslitið í kvøld.

HM-undankappingarbólkur F
04.09.2021
Føroyar - Danmark 0-1 (0-0)
85' Jonas Wind 0-1

Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (72' Heini Vatnsdal), René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar (90+2' Andreas Lava Olsen)  , Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen (89' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson (89' John Frederiksen)

Meira av Tórsvølli seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder