Aftur í kvøld verða átta dystir spældir í Champions League. Talan er um fjórða umfar fyri liðini í bólkunum A-D.
Bólkur A
17.45: Napoli - Ajax
20.00: Rangers - Liverpool
Napoli skal royna at halda fast í sínari góðu gongd, meðan Liverpool við sigri í Glasgow kann taka eitt stórt fet móti víðari luttøku. Liðið hjá Klopp hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar í Champions League, men í Premier League hevur tað gingið illa í ár, og eitt ávíst trýst er á liðnum.
Napoli 9
Liverpool 6
Ajax 3
Rangers 0
Bólkur B:
17.45: Atletico Madrid - Club Brügge
20.00: Bayer Leverkusen - FC Porto
Tað er hørð kapping um 2. plássið í bólkinum, og tað kann gerast heilt opið í bólkinum, um Atletico í kvøld vinnur á oddaliðnum Club Brügge, ið hevur loypt hvøkk á so at siga øll higartil.
Club Brügge 9
FC Porto 3 stig
Bayer Leverkusen 3
Atletico Madrid 3
Bólkur C:
FC Viktoria Plzen - Bayern München
FC Barcelona - Inter Milan
Báðir dystirnir byrja klokkan 20
Bayern München er nær við at spæla seg í áttandapartsfinalurnar - í Barcelona er eitt slag av lagnudysti fyri heimaliðið, ið so at siga skal vinna, um tað ikki skal verða stórur vandi fyri, at stórfelagið ikki kemur víðari í Champions League annað árið á rað.
Bayern München 9
Inter 6
Barcelona 3
Plzen 0
Bólkur D:
Sporting Clube de Portugal - Olympique de Marseille
Tottenham Hotspur - Eintracht Frankfurt
Báðir dystirnir byrja klokkan 20
Talan er um ein opnan bólk, og man kann gerast nakað klókari uppá støðuna eftir dystirnar í kvøld. Tottenham skal helst vinna sín dyst - Antonie Conte hevur ikki tey bestu hagtølini í Champions League, og tað hevði verið eitt stórt vónbrot, um liðið ikki spældi seg víðari úr hesum bólkinum.
Sporting 6
Tottenham 4
Frankfurt 4
Marseille 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald