2018-07-10 11:41

Barcelona hava funnið avloysaran hjá Paulinho, sum sunnudagin skifti aftur til kinesiskan fótbólt. Talan er um 21 ára gamla miðvallaran Arthur, sum skiftir frá Gremio í Brasilia til Barcelona.
Arthur, sum á passinum eitur Arthur Henrique Ramos de Oliviera Melo, hevur skrivað undir 6 ára sáttmála, og kostar Barcelona 231 milliónir krónur. Stendur Arthur seg væl í Barcelona, kann hann kosta felagnum 67 milliónir afturat.
Avtala við Gremio var gjørd í mars, men tað er ikki fyrrenn nú, at leikarin og Barcelona eru samd um sáttmálan.
Arthur hevur spælt við besta liðinum hjá Gremio síðani 2015. Hann hevur eisini spælt landsdystir fyri U-17 og U-20 landsliðið hjá Brasilia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald