Næstsíðsta umfar í bólkaspælinum í Champions League varð spælt í gjárkvøldið, og nú er greitt, at spanska stórfelagið, FC Barcelona, er sligið út úr kappingini í ár.
Stórdystur var á Nou Camp, FC Barcelona móti Bayern München úr Týsklandi. Týska liðið tryggjaði sær víðari luttøku longu í undanfarna umfari. Men kortini vann útiliðið ein lættan 3-0. Sadio Mané, Eric Maxim Choupo-Moting og Benjamin Pavard skutu málini, og tá misnýttu týskarar enntá eitt brotsspark.
Harvið er greitt, at FC Barcelona endar á triðja plássi í bólki C, og má, eins og í fjør, niður í Europa League at spæla víðari.
Somu lagnu fekk eitt annað spanskt stórfelag, Atletico Madrid. Eisini í bólki B var stórdystur millum spanskt og týskt felag. Dysturin millum Atletico og Bayer Leverkusen endaði 2-2. Í hesum bólkinum varð sostatt avgjørt, at tað eru hini bæði linini, Club Brügge úr Belgia og FC Porto úr Portugal, sum spæla seg víðari í Champions League. Enn er ikki greitt hvørt tað verður Atletico ella Leverkusen, sum fáa triðja plássið og harvið víðari luttøku í Europa League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald