Átta dystir í triðja umfarið í Champions League vórðu leiktir í kvøld. Tveir dystir byrjaðu klokkan 17.55, har Tottenham misti stig í Hollandi, og Thierry Henry fekk sína Champions League-debut sum venjari.
Les meira: Tottenham í trupulleikum
Dortmund er í frálíkum formi, og í kvøld varð Atletico Madrid sett uppá pláss á larmandi Signal Iduna Park. Við ágangandi álopsspælið og skjótum revsingum, tá Atletico gav pláss ella gjørdi feilir, vann Dortmund heili 4-0 í oddadystinum í bólki A og hevur framvegis fult stigatal. Tað sær tó framvegis fínt út hjá Atletico, ið hevur seks stig.
Við úrslitinum í Hollandi er nú minni trýst á Barcelona og Inter, ið bæði høvdu seks stig undan brakinum á Camp Nou í kvøld. Barca var uttan Messi, men við málum frá Rafinha og Jordi Alba, eitt í hvørjum hálvleiki, vann Barcelona 2-0. Heimaliðið hevði allatíðina gott tamarhald á dystinum.
Liverpool var sannførandi á Anfield í kvøld. Firmino, Salah(2) og Mané slóu til, og syrgdu fyri at liðið hjá Jurgen Klopp er oddalið í bólkinum. Í París kom Napoli frammum tvær ferðir í einum undirhaldandi dysti, men PSG svaraði báðu ferðir aftur; 2-2 málið setti Angel Di Maria inn í 93.minutti. Hetta var eitt sera umráðandi stig fyri PSG í tætta bólkinum.
Í bólki D er Porto einsamalt oddalið eftir 3-1 sigurin í Moskva.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur A:
Club Brugge – Monaco 1-1 (1-1)
Borussia Dortmund – Atletico Madrid 4-0 (1-0)
Dortmund 9
Atletico Madrid 6
Monaco 1
Club Brugge 1
Bólkur B:
PSV Eindhoven – Tottenham 2-2 (1-1)
Barcelona – Inter 2-0 (1-0)
Barcelona 9
Inter 6
Tottenham 1
PSV 1
Bólkur C:
Liverpool – Reyða Stjørna 4-0 (2-0)
Paris Saint-Germain – Napoli 2-2 (0-1)
Liverpool 6
Napoli 5
PSG 4
Reyða Stjørna 1
Bólkur D:
Galatasaray – Schalke 04 0-0
Lokomotiv Moskva – FC Porto 1-3 (1-2)
Porto 7
Schalke 5
Galatasaray 4
Lokmotiv Moskva 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald