Tað hevur ligið í luftuni í eina tíð, og bolt.fo skrivaði fyri stuttum, at Bárður Hansen ikki fór at halda fram í NSÍ men ístaðin fara aftur til Víking. Hetta er nú veruleiki. Víkingur hevur í kvøld kunngjørt, at Bárður Hansen hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála við felagið.
Bárður er úr Norðragøtu og hevði harvið sín fótbóltsuppvøkstur í GÍ/Víkingi. Kviki og tekniskt sterki bakkurin, ið sum ungdómsleikari spældi sum miðvallari, hevði Sarpugerði sum sín heimavøll fram til hann var 24 ár. Á summri 2016 skifti hann til Fremad Amager, har hann spældi rímiliga nógv. Tó gekk bert eitt hálvt ár, til Bárður var aftur í Føroyum, har hann beint fyri jól gjørdi sáttmála við NSÍ. Hetta loypti hvøkk á nógv.
Bárður Hansen hevur seinastu fýra árini spælt NSÍ. Í einum av dystunum móti Víkingi í fjør var gøtumaðurin íblanduður í einum margháttiligum roki uttanfyri síðulinjuna. Bárður og fyrrverandi liðfelagin Gert Hansen, ið nú er hjálparvenjari hjá Víkingi, fingu báðir reytt kort men fóru nærum flenanndi út og hugdi eftir restina av dystinum saman (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir fýra ár í gulum og svørtum skal Bárður Jógvansson Hansen nú aftur spæla við Víkingi. Við felagnum hevur hann vunnið steypakappingina fimm ferðir, var sum nevnt við fyrsta partin av FM-árinum í 2016 og var til at spæla Víking víðari í Europa League tríggjar ferðir. Bárður hevur eisini eitt steypagull frá NSÍ-tíðini, men eins og til finaluna í 2015 varð høgri bakkurin skaddur til finaluna í 2017.
28-ára gamli leikarin var eisini darvaður av skaða í fjør og spældi bert 15 dystir fyri NSÍ. Spurningurin er, um trupulleikarnir í knænum fara at darva Bárð í hesum kappingarárinum. Hin høgri bakkurin ið Víkingur hevur í hópinum, Ari Olsen, er í løtuni úti við skaða í fótinum.
Samanlagt hevur bakkurin spælt 255 dystir í Betrideildini og skorað 18 mál. Gøtumaðurin hevur spælt heili 25 evropeiskar dystir og skorað eitt ógvuliga týdningarmikið mál - í 2-1 sigrinum hjá Víkingi í Tromsø. Í kappingini um Løgmanssteypið er Bárður skrásettur fyri 32 dystir og fýra mál. Bárður Hansen hevur spælt seks A-landsdystir, harav bert ein endaði við tapi (0-6 móti Portugal)
Tøl: FaroeSoccer
Fótbóltur
Bárður er aftur í Víkingi
Bakkurin hevði sín fótbóltsuppvøkstur í Sarpugerði. Samanlagt hevur 28-ára gamli Bárður Hansen spælt 255 dystir í Betrideildini og 25 evropeiskar dystir.
Eftir fýra ár sum NSÍ-leikari vendir Bárður Jógvansson Hansen aftur til Víking (Mynd: Sverri Egholm)
2021-01-17 20:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald