Seinnapartin í dag byrjar FM-kappróðurin á norðoyastevnu í Klaksvík, men barnaróðurin, sum skuldi byrja klokkan 13.30 verður ikki.
Orsøkin er, at dómaratoymið og umboð fyri Róðrarsambandið og Klaksvíkar Róðrarfelag hava mett, at líkindini at fáa barnaróðurin avgreiddan eru ov vánalig.
Tað verður ov trupult ella ógjørligt at leggja bátar til start, og hetta ávirkar tí góðu ítróttarupplivingina, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Av tí at veðrið ikki broytist nógv komandi dagarnar er avgerð tikin um, at barnaróðurin á norðoyastevnuni er avlýstur.
Róðrarsambandið upplýsir, at starttíðirnar hjá teimum vaksnu verða broyttar soleiðis:
5 mannafar – gentir 14-16 nýggj starttíð kl. 15.00
6 mannafar – kvinnur nýggj starttíð kl. 15.15
5 mannafar – dreingir 14-16 nýggj starttíð kl. 15.45
8 mannafar nýggj starttíð kl. 16.00
5 mannafar – gentir 17-18 nýggj starttíð kl. 16.30
6 mannafar – menn nýggj starttíð kl. 16.45
5 mannafar – dreingir 17-18 nýggj starttíð kl. 17.15
10 mannafar nýggj starttíð kl. 17.30
5 mannafar – kvinnur nýggj starttíð kl. 17.50
Flaggtíðir eru 5 minuttir áðrenn starttíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald