Svimjarin Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra bringusvimjing á evropeisku meistarastevnuni fyri juniorar, sum verður hildin í Rom.
Bartal svam teinin upp á 30,49 sekund, og tað er besta tíð hjá honum á hesum teininum nakrantíð. Besta tíð frammanundan var 30,68 sekund frá FM-stevnuni í fjør, skrivar svimjing.fo.
Tíðin í morgun rakk til eitt pláss sum nummar 46 av 49 luttakarum.
Bartal var longu áðrenn hetta hin næstskjótasti føroyski bringusvimjarin nakrantíð, aftanfyri Róland Toftum, sum eigur føroyska metið á 29,43 sekund frá Danish Open í 2017, umframt føroyska juniormetið á 29,81 sekund frá Danish Open í 2016.
Bartal setti eisini í gjár persónligt met, tá ið hann royndi seg í 100 metra frísvimjing, og er týðiligvís væl fyri til eisini komandi avbjóðingar á hesi stevnu, sum eru 200 frí í morgin og 50 frí í ovurmorgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald