Annað

Bartal og Elisabeth betraðu sínar tíðir

Báðir føroysku luttakararnir í EM-stevnuni fyri juniorar í Rom, betraðu um síni persónligu met.

Bartal E. Eidesgaard (Mynd: Hjørdis Mortensen)

Bartal E. Eidesgaard (Mynd: Hjørdis Mortensen)

2021-07-07 15:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bartal Erlingsson Eidesgaard svam í morgun sína fyrstu kapping á evropeisku juniormeistarastevnuni í Rom, sum var 100 metra frísvimjing.

Og tað gekk heilt væl – hann setti persónligt met við tíðini 53,07 sekund, har hansara besta tíð til nú var 54.02 sekund frá FM í Vági í fjør.

Tíðin hjá Bartali rakk til eitt 65. pláss millum teir 85 luttakandi, har hansara styrkismeting áðrenn kappingina var at verða nr 80 av 95. Altso nøkur pláss uppeftir, eisini hóast teir vóru færri sum luttóku enn upprunaliga tilmeldað.

Bartal er nú hin næstskjótasti føroyski svimjarin nakrantíð í hesari greinini. Bara Magnus Jákupsson hevur svomið teinin skjótari. Áðrenn í morgun var Bartal hin 7. skjótasti, men fór hann nú upp um Óla Mortensen, Alva Hjelm, Heðin L. Olsen, Pál Joensen og Rók Trygvason.

[object Object]Elisabeth Erlendsdóttir (Mynd: Hjørdis Mortensen)

Hin føroyski luttakarin, Elisabeth Erlendsdóttir, royndi seg eisini í morgun í sínari fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarstevnuni í Róm, í 100 metra ryggsvimjing.

Tað gekk upp á stás – hon setti persónligt met við tíðini 1:04,67, har hennara besta tíð til nú var 1:05.60 frá OL-úttøkustevnuni SuSvim Open í apríl mánaða.

Elisabeth reyk upp eftir úrslitalistanum við hesi tíðini, til eitt 22. pláss av 51 luttakandi, har hennara upprunaliga styrkismeting var at verða nr 42 av 51 luttakandi. Sekstan sluppu víðari til hálvfinalurnar, so har manglaði lítið í.

Elisabeth var longu áðrenn hetta hin næstskjótasta føroyska nakrantíð í hesari greinini, men hevur nú minkað nógv um munin fram til Signhild Joensen á fyrsta plássi. 

Kelda: ssf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder