Fótbóltur

Bartal og HB hava gjørt nýggjan sáttmála

- Ein Bartal í toppformi er millum allarbestu miðverjar í landinum, og hann er ein týdningarmikil partur av okkara liði. Soleiðis sigur høvuðsvenjarin, Dalibor Savic, um 25-ára gamla havnarmannin, sum eisini í 2023 spælir í barndómsfelagnum.

Bartal Wardum í miðjuni eftir at hann hevur skorað fyri HB í Conference League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bartal Wardum í miðjuni eftir at hann hevur skorað fyri HB í Conference League (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-09 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hóast hann bert er 25-ára gamal, fer Bartal í gongd við sítt 10. kappingarár á okkara besta mansliðið. Hann var bert 16 ár og 9 dagar, tá hann fekk sín fyrsta dyst í fremstu deildini, tá hann avloysti Heina Vatnsdal síðstu minuttirnar (í Gundadali móti TB). Síðani tá hevur hann verið meira ella minni fastur fúsur á liðnum, har tað higartil er blivið til 239 dystir og 15 mál. Harumframt er ein hópur av ungdómslandsdystum og tveir A-landsdystir.

Soleiðis skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari, í samband við at Bartal Wardum nú hevur skrivað sáttmála fyri 2023.

Samanlagt hevur sterki miðverjin spælt 195 dystir í Betrideildini síðani mai 2013. Til tíðir hevur Bartal verið plágaður av skaðum, og í 2022 spældi hann ikki meira enn tveir triðingar av dystunum í Betrideildini, orsakað av skaðum. Hann hevur eisini verið settur í samband við B36, men nú sær hann fram til 2023 í barndómsfelagnum:

– Eg eri ótrúliga spentur til komandi kappingarár. Liðið sær spennandi út, og nakrir góðir leikarar eru komnir afturat. Kroppurin er úthvíldur, og formurin verður spakuliga og trygt bygdur upp aftur. Vit eru allir motiveraðir, og málið er altíð at vinna, sigur Bartal við hb.fo

[object Object]Dalibor Savic, venjari, og Bartal Wardum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Høvuðsvenjarin, Dalibor Savic, fegnast eisini um at Bartal heldur fram og sigur við heimasíðu felagsins, at talan er um heilt týðandi brikk.

– Fyri okkum er tað týdningarmikið, at vit fáa stammuna á liðnum uppá pláss. Og við Bartal eru vit komnir eitt fet nærri. Hann var darvaður av skaðum í fjør, so okkara uppgáva er nú at fáa hann aftur í toppform. Tí ein Bartal í toppformi er millum allarbestu miðverjar í landinum, og hann er ein týdningarmikil partur av okkara liðið. Saman við Hørði manna teir ein krútsterka miðverju.

HB endaði á triðja plássi í Betrideildini síðsta kappingarár og fór út í hálvfinalu móti Víkingi í steypakappingini. Í Evropa kom liðið ikki víðari - eitt merkisvert við júst Bartali er, at hann hevur skorað tvey evropeisk mál. Tað fyrra móti serbiska stórfelagnum Partizan Beograd í 2014 og hitt í summar móti Newton úr Wales. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder