Bartal Páll Klein flytur nú aftur til B36 at spæla. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála, sum er galdandi fram til kappingarlok í 2028.
Hesum hevur B36 boðað frá á Facebook-síðu sínari.
Áleyparin hevði annars sáttmála við HB í síðstu viku, men fríggjadagin varð samstarvið millum partarnar slitið.
Sum vit skrivaðu longu tá, bendi tað mesta á, at Bartal Páll fór at enda í B36 aftur. Hetta er nú staðfest
Les eisini: Bartal Páll Klein og HB enda samstarvið - endar eftir øllum at døma í B36
- Bartal Páll er millum teir mest spennandi ungu spælararnir í Føroyum, og við sínum sjáldsama góða máltevi hevur hann longu víst seg fram í bestu deildini. Vit vita, at Bartal Páll er ein spælari í stórari menning, ið eisini tørvar tíð og tol at búnast, og tær tryggu umstøðurnar fær hann í B36, sigur Jákup á Borg við síðuna hjá B36.
Bartal Páll Klein hevði 19 ára føðingardag í desember, men hevur longu lutfalsliga nógvar royndir í bestu deildini. Hann hevur spælt 60 dystir fyri B68 og HB í fremstu røð, steypakappingini íroknað, og skotið 9 mál, sambært FaroeSoccer. Harímillum er eitt hattrikk í avgerandi dystinum í 2024 - fyri at sleppa undan niðurflyting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald