Fríggjadagin setti Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag tvey føroysk met í Swim Open Tórshavn, og leygardagin setti hann enn enn eitt met.
Bartal svam seg í gjár til eitt nýtt føroyskt met í 100 metrar frí við tíðini 51.50.
Undanfarna metið á 51.68 átti Líggjas Joensen. Tað metið er frá Danish Open 18. apríl.
Talan var yvirhøvur um eina skjóta finalu í gjár, tí Ísak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag , sum vann silvur við tíðini 51.73, og Bárður Ólavsson úr svimjifelagnum Ægir, sum vann bronsu, settu persónligt met, skrivar Svimjisamband Føroya.
Fríggjadagin setti Bartal met í 50 metra frí við tíðini 23.46 og 50 metra bringu við tíðini 28.81.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald