Í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Jóan Símun Edmundsson (sóttarhaldsreglar), Andreas Lava Olsen og Tórður Thomsen (skaðar) kortini ikki verða við til landsdystirnar komandi vikuna. Ístaðin koma Hilmar Leon Jakobsen og Tórður Thomsen við.
Les eisini: Hilmar Leon Jakobsen boðsendur á landsliðið
Enn ein broyting í hópinum er gjørd í dag. Heini Vatnsdal møtti sum ætla upp í morgun til restitutión, men eftir at læknatoymi hugdi uppá vágbingin varð avgerð tikin um, at hann ikki skuldi við orsakað av trupulleikum í baklærinum.
Ístaðin eru boð send eftir Bartal Wardum, sum vandi við á Tórsvølli í kvøld, har føroyska liðið hevði sína seinastu venjing áðrenn fráferð. Leygardagin fekk hann gullheiðursmerki um hálsin, og nú skal 23-ára gamli HB-miðverjin við landsliðnum. Bartal hevur einaferð áður verið úttikin men hevur framvegis sín fyrsta A-landsdyst til góðar.
Fótbóltur
Bartal við ístaðin fyri Heina
Miðverjin hjá KÍ møtti inn í morgun, men hevur so mikið av trupulleikum við baklærinum at miðverjin hjá føroyameistarunum fer við til Litava, Lettlands og Malta.
Heini Vatnsdal og Bartal Wardum í nærdysti í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
2020-11-09 19:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald