Fótbóltur

Bayern á veg móti enn einum meistaraheiti

Joshua Kimmish skoraði einsamalla málið í tætta dystinum í Dortmund.

Bayern vann oddadystin í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Bayern vann oddadystin í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-05-27 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dortmund hevði møguleikan at nærkast Bayern München í oddinum, tá liðini (nummar tvey og eitt) hittust í 28. umfari í Bundesligani í gjárkvøldið. 

Tað eydnaðist tó ikki, og við 1-0 sigrinum er Bayern nú sjey stig frammanfyri Dortmund. Liðið úr Suðurtýsklandi, sum hevur vunnið bestu týsku deildina sjey ár á rað, er harvið greitt oddalið og hevur tíggju stig niður til RB Leipzig, ið kann minka um munin í kvøld.

Dysturin var tættur, og einsamalla málið kom beint fyri hálvleik. Tað var Joshua Kimmich, ið sló til beint fyri stegðin, tá hann hegnisliga lyfti bóltin uppum Roman Burki stutt uttanfyri brotsteigin.

[object Object]
(Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Erling Braut Haaland var á vøllinum í 70 minuttir, áðrenn hann noyddist út við snuddi. Heimaliðið vildi hava brotsspark í støðu, har skot hjá norðmanninum kom á armin hjá Jerome Boateng, ið kastaði seg fyri. 

[object Object]Haaland fekk einki mál í stórdystinum í gjár (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder