Tvey tey fyrstu fjórðingsfinaluliðini í Champions League vórðu funnin í gjárkvøldið, og talan var um tey bæði størru feløgini í uppgerðunum.
PSG vann 2-0 í heimadystinum móti Real Sociedad, og í gjár var 0-2 tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Kylian Mbappé, ið er á veg úr felagnum, skoraði bæði málini. Sociedad skoraði móti endanum, men PSG er trygt víðari til fjórðingsfinalurnar. Franska stórfelagið hevur stríðst fyri at vunnið Champions League leingi nú.
Kylian Mbappé hevur verið fyri atfinningum seinastu tíðina, men hann skoraði trý av fýra málum í uppgerðini við Real Sociedad (Mynd: EPA)
Bayern hevði knívin á barkanum eftir 1-0 tapið í Rom í fyrra dystinum. Í gjár var hálvgum kreppurakta liðið tó greitt omaná. Harry Kane og Thomas Müller skoraðu stutt fyri steðgin, og í 65. minutti økti Kane til 3-0. Harvið eru Thomas Tuchel og hansara lið millum átta tey seinastu - sum tey allarflestu væntaðu, at Bayern fór at vera.
Seks onnur lið skulu við í áttandapartsfinalurnar. Tveir dystir eru aftur í kvøld, og Manchester City og Real Madrid eru ikki minni favorittar eftir fyrru dystirnar móti FCK og RB Leipzig.
Seinnu áttandapartsfinalurnar í Champions League
Í gjár, týsdagin 05.03
Bayern München - Lazio 3-0 3-1 samanlagt
Real Sociedad - PSG 1-2 1-4 samanlagt
Í dag, mikudagin 06.03
Manchester City - FCK (3-1)
Real Madrid - RB Leipzig (1-0)
Týsdagin 12.03
FC Barcelona - Napoli (1-1)
Arsenal - FC Porto (0-1)
Mikudagin 13.03
Atletico Madrid - Inter Milan (0-1)
Borussia Dortmund - PSV (1-1)
Í klombrum: Støðan eftir fyrra dystin. Allar áttandapartsfinalurnar byrja klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald