Fótbóltur

Beinir og Tóki lagdir afturat hópinum á Argjum

Báðir eru royndir og hava verið í Danmark í útbúgvingarørindum seinastu árini. Fimm útlendskir spælarar eru ikki longur í AB.

30-ára gamli Beinir Ellefsen hevur nógvar royndir í Betrideildini. Vinstrabeinti argjamaðurin hevur síðstu mongu árini umboðað ÍF Føroyar (Mynd: Argja Bóltfelag)

30-ára gamli Beinir Ellefsen hevur nógvar royndir í Betrideildini. Vinstrabeinti argjamaðurin hevur síðstu mongu árini umboðað ÍF Føroyar (Mynd: Argja Bóltfelag)

2023-07-13 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nakrar broytingar eru farnar fram í hópinum hjá besta mansliði okkara, síðani kappingarárið byrjaði í mars. Thomas Junge, Nicklas Mehl, Emil Seedorff Sørensen, Jakob Gottberg og William Tønning eru farnir úr felagnum av ymsum ávum, og hetta hevur gjørt sítt til, at okkara hópur var blivin heldur smalur.  Maður kemur tó í mans stað. Tveir argjamenn við fortíð í felagnum skrivaðu nevniliga undir sáttmála fyri restina av kappingarárinum nú mánakvøldið.

Soleiðis skrivar AB á heimasíðu sínari, í samband við at føroyski flytingargluggin er latin aftur. Teir omanfyrinevndi útlendsku spælararnir, harav eingin veruliga hevur gjørt góðan mun fyri liðið, vera ikki við í seinnu hálvu. Ístaðin eru tveir kvikir og lokalir menn við royndum í Betrideildini lagdir afturat.

Talan er um teir báðar, Beinir Ellefsen og Tóka á Lofti, ið hava búð niðri í Danmark síðstu árini.

- Tann 30 ára gamla Beinir Ellefsen kenna vit sum ein tekniskt sterkan vinstra bakk. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í 2011 sum 18 ára gamal og hevur síðani spælt heilar 113 dystir fyri AB. Í 2015 flutti Beinir niður í lestrarørindum

Skjóti vinstra beinti spælarin hevur spælt nakrar fáar dystir fyri AB í 1. deild í 2021 og 2020, men annars hann hevur spælt við ÍF Føroyum síðstu árini. Beinir hevur fleiri U-landsdystir á baki.

[object Object]
Tóki á Lofti (Mynd: Argja Bóltfelag)

Tóki á Lofti er 29 ára gamal og er ein álopssinnaður leikari, ið kann spæla í báðum borðum og í álopinum.

- Tóki hevur góðan bóltførleika og kann skjóta við báðum beinum. Hann hevur spælt 74 dystir á besta liðnum hjá AB, harav tann síðsti bleiv spældur í 2020, tá Tóki flutti niður í útbúgvingarørindum. Síðstu tvey árini hevur argjamaðurin spælt við Ballerup-Skovlunde í Sjællandsseriuni.

Álopskendi spælarin hevur spælt samanlagt 93 dystir í Betrideildini. Hann hevur eisini umboðað B36 og EB/Streym í bestu deildini. AB er í løtuni aftast við sjey stigum fyri 15 dystir. 

Tøl og keldur: argjaboltfelag.com og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder