Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Føroyar - Maldivoyggjar

Fyrsti dysturin hjá U16-dreingjunum í Bangladesj verður bríkslaður í gongd nú klokkan 11.

Til venjing í Dhaka mánadagin (Mynd: FSF)

Til venjing í Dhaka mánadagin (Mynd: FSF)

2019-10-16 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er klokkan 16.00 lokala tíð í Dhaka - á Banglabandhu National Stadium

Føroyar skulu royna seg móti Maldivoyggjunum - einum landi sum vit ongantíð hava roynt okkum ímóti áður í fótbóltshøpi.

Føroysku U16-dreingirnir eru við í FIFA menningarkapping í sunnara parti av Asiu.

Til ber at síggja dystin her

Føroyska byrjanaruppstillingin: Fayo Kruse verjir málið. Útileikarar eru Jóhan J. Højbro, Sigurð Rasmussen, Mourits M. Bisgaard, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Ejvind Restorff Mouritsson, Jákup Andrias Thosen, Áki Debes Samuelsen, Heini F. Sørensen, Rói W. Fossabrúgv, Tóki H. á Lógv

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder