Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Her sært tú dystirnar í dag

B36-AB sæst ókeypis, TB-ÍF kann keypast fyri 39 krónur.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-05-26 14:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir verða leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Allir dystirnir byrja klokkan 15, og í Gundadali tekur B36 móti grannunum úr AB, Fuglfirðingar eru á vitjan hjá TB í Trongisvági, og í Klaksvík eru sundalagsmenn á vitjan hjá KÍ.

Televarpið hevur rættindi at stroyma føroyskan fótbólt í ár, og á Rás1 sæst dysturin millum B36 og AB. Hann sæst ókeypis á netinum við at stovna sær brúkara á leinkjuni niðanfyri.

Dysturin í Trongisvági kann keypast fyri 39 krónur um ein ikki hevur stóra haldið hjá Televarpinum. KÍ loyvir ikki stroyming av sínum heimadystum, og tí sæst hesin dysturin einans við Djúpumýru í Klaksvík.

Fylg við her

 

Annars ber til at fylgja gongdini í dystunum á forsíðuni á Portalinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder