Oyggjaleikir 2019

Beinleiðis sjónvarp: Nú byrja tey aftur at rógva

Klárt í veðrinum í Sørvági. Fylg við her.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-13 16:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er klárnað í Sørvági, har næstseinasti FM-róðurin skal avgreiðast í dag. Eftir ætlan skuldi róðurin byrja klokkan 15, men tað var so mikið tjúkt í mjørka, at tað ikki bar til at rógva.

Klokkan 16.30 skuldu nýggj boð koma, og tey komu eisini. Nú er klárt í veðrinum, og nú sæst bæði starturin og málið av landi.

5 mannafør dreingir byrja, og flaggtíðin er 16:50.

Flaggtíðir og raðfylgja:
5 mf dr. kl 16.50
6 mf kvinnur kl 17.05
6 mf menn kl 17.20
5 mf gentur kl 17.35
8 mf menn kl 17.50
10 mf menn kl 18.05
5 mf kvinnur kl 18.20

Fylg við í Kringvarpinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder