2019-04-10 16:50
Føroysku hondbóltsmenninir skulu klokkan 17 spæla móti Ukreina í EM-undankappingardysti í Kiev.
Hópurin kom til Kiev í gjár eftir drúgva ferð og vandi í Palace of Sport høllini í gjárkvøldið.
Hetta er fyrsti dystur av tveimum móti Ukreina næstu dagarnar. Leygardagin spæla liðini aftur, og tá verður tað í Keypmannahavn í Royal Arena.
Kringvarpið sendir dystin í Kiev nú klokkan 17. Ert tú uttanlands, ber til at síggja dystin á EHF TV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald