Fótbóltur

Beint undir ellivu ár ímillum málini hjá Lava

2-2 málið í gjárkvøldið var annað málið hjá leirvíkinginum í tíggju landsdystum. Klæmint Olsen hevur nú eisini skorað tvey landsilðsmál - Brandur Hendriksson skoraði við frísparksperluni sítt fyrsta mál á Tórsvølli síðani 2-0 í sigrinum á Grikkalandi.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-04 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar høvdu møguleikarnir til fleiri enn tey trý málini, ið liðið megnaði at skjóta í gjárkvøldið, men at enda vóru málini hjá Olsen, Olsen og Olsen nóg mikið til at tryggja liðnum hjá Håkani Ericson ein dramatiskan sigur í 1. umfari í Deild D, bólki A, í Nations League.

Klæmint Andrasson Olsen skoraði í juni í fjør sítt fyrsta landsliðsmál, tá liðformaðurin hjá NSÍ beindi bóltin í málið beint við Fimi, ið tá var spanskt. Í gjárkvøldið stýrdi Klæmint ein bólt í júst sama mál við høvdinum eftir gott innlegg frá Sølva Vatnhamar, og so varð 1-0 til Føroyar.

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen fegnast um málið, ið hann skoraði í sínum 28. A-landsdystin. Fyrrverandi liðfelagin í NSÍ, Viljormur Davidsen, er á veg at fegnast saman við áleyparanum 

Málið kom eftir greiða føroyska yvirvág og gott føroyskt spæl. Klæmint hevði havt ein risamøguleika stutt frammanundan, og Jóannes Bjartalíð hevði tvær ferðir góðan møguleika at leggja Føroyar á odda. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð Bjartalíð aftur spældur innum høgu bakketuna hjá Malta, og komin inn í maltesiska brotsteigin spældi hann væl yvirum til Klæmint Olsen, ið kastaði seg fram. Henry Bonello vardi tó fyri aðru ferð í dystinum væl fyri einari skotroynd frá metmálskjúttanum í Betrideildini, og ein verjuleikari syrgdi fyri, at innskifti Dan í Soylu ikki fekk sett returbóltin inn.

Tað varð avloysarin hjá Klæminti, ið fekk hol á aftur fyri Føroyar. Ericson og toymi hava valdu at satsað uppá Andreas Lava Olsen, ið var eitt navn, sum ikki so nógv høvdu væntað at hoyra til úttøkufundin í farnu viku. 32-ára gamli leirvíkingurin hevur í ár spælt beint undir 600 minuttir í Betrideidlini, og hevur skorað tvey mál í 15 dystum. Bæði komu ímóti B36 í 6. umfari, har Lava var ein marra fyri B36-verjuna, og í gjárkvøldið vísti áleyparin eisini, hvat hann kann. Kraftmikli maðurin við stóra reyða skegginum var til reiðar, tá bygdamaðurin og liðfelagin í Víkingi, Sølvi Vatnhamar misti bóltin í brotsteignum hjá Malta. Lava var ikki heilt rættvendur, men í hann fekk góða ferð og kós á bóltin, Bonello hevði ongan møguleika, og so var veruligt lív í føroyska liðnum aftur. Í sínum fyrsta landsdysti í næstan fýra ár, skuldi Lava bert hava ein møguleika.

Sí eisini video: Lava: Vendi skeivan veg ella eitt ella annað og fái smekkað bóltin í málið
Sølvi: - Lava ger teimum til skammar sum hava verið eftir honum - tíbetur rakti Brandur bóltin ótrúliga væl

[object Object]Ein fegin Lava (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Tann triðji maðurin á vøllinum við eftirnavninum Olsen  skuldi bert hava ein møguleika í góðari frísparksstøðu. Í 90. minutti legði miðvallarin bóltin væl til rættis. Maðurin við "Hendriksson" og nummar átta á rygginum á nýggju landsliðstroyggjuni tyktiskt ógvuliga fokuseraður, og gjørdi ikki mætari enn at skrúa bóltin við nógvari ferð uppum manngarðin og framvið málverjanum - heilt upp í málhornið - júst tjúgu ár eftir minniliga fríparksmálið hjá Øssi Hansen á Svangaskarði, sum í yvirtíðini tryggjaði javnleik móti Slovenia. Málið í gjár syrgdu fyri trimum stigum og staðfesti eitt flott comeback.

Hetta var fjórða landsliðsmálið hjá Brandi í 33 dystum. Talan var um tað fyrsta á Tórsvølli, og tað fyrsta í einum dysti har stig eru uppá spæl, síðani tá 19-ára gamli skálvíkingurin smekkaði bóltin upp í longra málhorn til 2-0 móti Grikkalandi, 13. juni 2015. Helsingborg-leikarin tryggjaði Føroyum øll trý stigini og hevur bert skorað í føroyskum sigrum. Umframt málið í gjár og tað ímóti Grikkalandi, hevur Brandur Hendriksson Olsen skorað tvær ferðir í sigri á Liktinstein (3-2 og 3-0). Í báðum førum hevur talan verið um venjingardyst í Marbella í mars mánaði - í 2016 og 2018

[object Object]
Brandur, Eli og Håkan og hinir í føroysku leguni kundu stórfegnast 

[object Object]


Tað kann ikki sigast, at málskjúttarnir koma úr stórum plássum í Føroyum, og maðurin sum legði upp til 1-1 málið er, eins og Lava, leirvíkingur. Í Leirvík búgva nú beint yvir 1000 íbúgvar - tað er nakað væl meira enn í Rituvík og Skálavík. Tíðin millum tey bæði landsliðsmálini, ið áleyparin úr Leirvík higartil hevur skotið, hevur verið óvanliga long. Í sínum fjórða landsdyst rann Andreas Lava Olsen frá eysturríksku vejruni og minkaði um munin til 3-1 í HM-undankappingardystinum í Graz tann 5. september í 2009. Hann spældi tveir landsdystir afturat hetta árið - síðani gingu yvir fimm og eitt hálvt ár til næsta dyst í landsliðsblusuni* 13. november í 2016 var Lava so við aftur, eftir at hann hevði skotið Víking til FM-heiti. Nú maðurin við serligu dygdunum sló til í fyrstu royndini undir Håkani Ericson er spurningurin, hvussu nógvar samanhangandi (ella nøkulunda samanhagandi dystir) hann fer at fáa komandi tíðina.

*Andreas Lava Olsen var í 2013 við í Tailandi, har Føroyar spældu ein óalmennan landsdyst móti einum tailendskum liðið, ið varð mannað av leikurum í heimligu kappingini. Um hetta verður talt við, hevur 32-ára gamli áleyparin nú 11 landsdystir


UEFA Nations League, 1. umfar
Tórsvøllur, 03.09
Føroyar - Malta 3-2 (1-1)
25' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
37'Jurgen Degabriele 1-1
73' Andrei Agius 1-2
87' Andrias Lava Olsen 2-2
90' Brandur Hendriksson Olsen 3-2

Les eisini: Vendu øllum á høvdið
Sí eisini: Myndir: Føroyar - Malta
                Håkan: Her býr ein stoltleiki og ein kensla av ongantíð at geva upp
                 

Tøl: FaroeSoccer og FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder