Fótbóltur

Vendu øllum á høvdið

Tap var í hendi móti Malta, men Håkan Ericson og hansara menn løgdu seg ikki. Fyrst javnaði Andreas Lava Olsen, og í 90. minutti avgjørdi Brandur Hendriksson dystin við frálíkum frísparksmáli.

Føroyar vóru undir eina løtu, men uppá fýra minuttir varð 1-2 til 3-2 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar vóru undir eina løtu, men uppá fýra minuttir varð 1-2 til 3-2 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-03 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið vann ein av sínum mest dramatisku dystunum nakrantíð í kvøld. 

Tað var fult uppiborið, tá Klæmint Andrasson Olsen stútaði eitt gott innlegg frá Sølva Vatnhamar í málið í 25. minutti. Klæmint og Jóannes Bjartalíð brendu tó tveir stórar møguleikar, og Føroyar fingu ikki heilt spælið at koyra eftir 1-0 málið.

Les meira um 1. hálvleik her

Malta javnaði stutt fyri hálvleik og kom á odda í 73. minutti. Hetta var eftir, at Sonni Rangar Nattestad gjørdi eitt óneyðugt fríspark, og at tað síðani ikki varð dekkað upp í aftasta øki. 

Føroyska liðið fall tó als ikki í fátt, og innskiftu Patrik Johannese og Dan í Soylu vóru sera nær við at javna, stutt áðrenn triðji innskiftarin, Andreas Lava Olsen, fekk skotið ein leysan bólt væl niður í longra máhorn. Tá vóru tríggir minuttir eftir, og tríggjar minuttir seinni fingu Føroyar fríspark nakað til vinstru áleið 10 metrar uttanfyri brotsteigin. Brandur Hendriksson gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin upp í longra málhorn, og so var stórur fagnaður í føroysku leguni.

Tíverri vóru eingir áskoðarar til hetta, men føroyingar kunnu vera ernir av hugburðinum hjá nýggja liðnum hjá Håkani Ericson, ið hevur lagt seg á odda í bólkinum.

Sunnudagin spæla Føroyar í Andorra.   

UEFA Nations League, 1. umfar
Tórsvøllur, 03.09
Føroyar - Malta 3-2 (1-1)
25' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
37'Jurgen Degabriele 1-1
73' Andrei Agius 1-2
87' Andrias Lava Olsen 2-2
90' Brandur Hendriksson Olsen 3-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder