Fótbóltur

Eitt mál í part í 1. hálvleiki á Tórsvølli

Føroyar vóru greitt omaná í 25 minuttir - spældu væl og skoraðu eitt gott mál - men síðani hevur Malta víst tenn og javnað.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-03 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist skjótt greitt á Tórsvølli, at talan er um eitt øðrvísi føroyskt landslið á ymsan hátt undir Håkani Ericson. Sølvi Vatnhamar liggur á verjukenda miðvøllinum og kemur næstan undir liðuna á miðverjunum í uppspælinum. Har spæla Heini Vatnsdal og Sonni Ragnar Nattestad á fysta sinni saman, og higartil hevur hetta riggað væl. Jóannes Bjartalíð og Meinhard Egilsson Olsen liggja tætt við Klæmint Andrasson Olsen og skapa órógv og fokus hjá Føroyum er at skapa dystirnir og royna at leggja høgt trýst, tá til ber.

Júst Bjartalíð hevur havt tvær risamøguleikar. Tann fyrra fekk nummar sjey longu eftir fimm minuttir, tá Brandur Hendriksson sendi Bjartalíð væl avstað, men hann fekk akkurat ikki bóltin undir tamarhald í brotsteignum. Tann seinna fekk klaksvíkingurin, eftir at Sølvi sendi hann avstað. Klaksvíkingurin fekk trekt inn til vinstra beinið, men skeyt beint framvið. Stutt frammanundan hevði Klæmint havt ein størri møguleika, tá nýggi liðformaðurin, Hallur Hansson, fann hann sera væl í brotsteignum, men Henry Boniello bjargaði royndini frá púra fría rituvíkinginum.

Forsloyingin kom eftir 25. minuttir. Føroyingar hildu trýstið væl, Sølvi var komin niðan í høgru legði sera væl inn til aftasta øktið, har Klæmint møtti springandi bóltinum perfekt við høvdinum, og so vóru Føroyar fult uppiborið á odda á Tórsvølli.

Tíverri megnaðu føroyingar ikki at halda yvirváginia. Malta fekk hótt eitt sindur, og tíggju minuttir fyri hálvleik varð 1-1. Málið kom, eftir at útiliðið spældi skjótt upp, breyt ígjøgnum í vinstru síðu, fekk lagt inn og so útfrá aftur. Degabriele var ivaleysur mitt fyri, stutt inni í brotsteignum. 

Føroyingar vóru ov seinir inn í støðurnar íhesum álopinum og hava ikki heilt megnað at fingið spælið at koyra síðanni 1-0 málið. Teir allarflestu leikararnir hjá Malta eru ógvuliga lítið dystarskarpir, so tað kann verða, at hetta aftur fer at síggjast, sum dysturin líður.

UEFA Nations League, 1. umfar
Tórsvøllur, 03.09
Føroyar - Malta (1-1)
25' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
37'Jurgen Degabriele 1-1


Føroyar (4-5-1/4-3-3): Gunnar Nielsen - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder