Sunnudagin kl. 17 spælir føroyska manslandsliðið í flogbólti á heimavølli ímóti Belgi í síðsta EM-undankappingardystinum í hesi fyrstu royndini millum størru flogbóltstjóðirnar í Evropa.
Seinasta mikudag vann Belgia seg í endaspælið við 3-0 sigri á Estlandi, og tí er ivasamt um Belgia sendir sítt sterkasta lið til Føroya, men í øllum førum eru eisini teir næstbestu ríkiliga sterkir at vinna á Føroyum.
Føroyar spældu annars sín besta dyst í kappingini á útivølli ímóti Estlandi seinasta leygardag, hóast Estland vann ruddiliga 25-12, 25-16 og 25-15, og vónin er at gera tað í minsta lagi eins gott hesa ferð – og helst uppaftur betri.
Eisini kvinnurnar spæla sunnudagin, tá tær spæla sín fyrsta dyst í undankappingini á útivølli ímóti Kroatia kl. 18 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald