Annað

Belgia vendi øllum á høvdið í Rostov

Japan var ikki langt frá einum plássið í áttanpartsfinaluni, men so traðkaðu favorittarnir í karakter.

Belgisk gleði einumegin og japansk frøi hinumegin. Tað var ein dramatisk og spennandi áttandapartsfinala í Rostov í kvøld
(Mynd: EPA)

Belgisk gleði einumegin og japansk frøi hinumegin. Tað var ein dramatisk og spennandi áttandapartsfinala í Rostov í kvøld (Mynd: EPA)

2018-07-02 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Belgia og Japan góvu okkum ein framúr fótbóltsdyst, undirhald og spenning í Rostov í kvøld. Tá sá út til at gerast talan um ein sannan skelk, men ístaðin útførdi Belgia eitt frálíkt comeback, har øll málini komu í 2.hálvleiki. Belgia hevur harvið tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni fríggjakvøldið. Har bíðar Brasilia, og talan verður um eitt brak av einum dysti,

Japan kom væl út til dystin, og fór frískliga til verka. Belgia fekk tó tamarhald á so líðandi, og eina løtu í fyrra hálvleiki legði Belgia eitt tungt trýst. Tað spurdist tó ikki so nakað mál burturúr, hóast onkur góður møguleiki var.

Í byrjanini av seinna hálvleiki loypti Japan hvøkk á – tvær ferðir. Í 48.minutti vunnu japanarar bóltin á egnari hálvu, og so gekk tað skjótt. Genki Haraguchi rann afturum Jan Vertonghen, varð sendur í dýpdina og staddur til høgru í brotsteigum smekkaði hann bóltin niður í longra málhorn. Í næsta álopinum rakti Eden Hazard stongina eftir gott belgiskt spæl. Men tað var ístaðin Japan, ið økti um munin. Vincent Kompany, ið var við aftur frá byrjan, stútaði bóltin útfrá eftir eitt innlegg, Takashi Inui var fyrstur á bóltinum og hann sendi eitt frálíkt skot avstað, ið Thibaut Cortouis ikki náddi. 52 minuttir, 2-0 til Japan.

Belgiska liðið skuldi nú koma fyri seg. Verjuparturin sá viðbrekin út út í fleiri førum, og liðið sá óskipað út. Men tað býr nógv góðska í liðnum hjá Martinez og Henry, og eins og Japan so fekk Belgia tvey mál innan fáar minuttir. Fyrst var tað Vertonghen sum minkaði munin smaár tjúgu minuttir fyri tíð. Eftir eitt hornaspark skuldi verjuleikarin stútað bóltin innfyri aftur, men hann endaði við at sigla uppum japanska málverjan. Nú var lív í belgiska liðinum aftur, og fimm minuttir seinni sneiddi Hazard ein japanara av í vinstru, og sendi bóltin innfyri í málteigin, har innskifti Maurouane Fellaini stútaði bóltin í málið. 74 minuttir, 2-2.

Bæði liðini søktu nú at, og royndu at fáa avgerandi málið. Japan reisti seg sera væl eftir 2-2 málið, og hóast Belgia gav ov nógv burtur í verjustøðu, so var nú uppaftur meira broddur í álopsspælinum, har stóri áleyparin Romelu Lukaku hevði fleiri góðar møguleikar ígjøgnum dystin Bæði liðini høvdu sínar møguleikar, og djúpt inni í yvirtíðini varð dysturin avgjørdur. Japan satsaði nógv í samband við eitt hornaspark. Courtois kom út til bóltin og loftaði, og so sendi hann Kevin De Bruyne avstað. Manchester City-leikarin førdi bóltin einar 60 metrar fram, slepti bóltinum til høgru, har Thomas Meunier var komin í yvirlapp. Vongbakkurin legði bóltin uppá tvørs, Lukaku lat bóltin fara ímillum beinini til Nacer Chadli ið setti bóltin í málið. 94.min, 3-2 til Belgia.

Harvið bjargaði Belgia æruni og plássinum í fjórðingsfinaluna á fantastiskan hátt. Útskiftingarnar gjørdu sannliga mun; bæði Fellaini og Chadli komu inn, tá støðan var 2-0, og hetta var sterkt viðvirkandi til belgiska sigurin. Japanarar iðra seg nakað so grúiliga í løtuni, tí asiatiska liðið hevði ein stóran møguleika at skriva søgu og koma til eina 1/4 -finalu. Belgia skal fríggjakvøldið royna seg ímóti fótbóltsstórveldinum, Brasilia. Neymar og co vunnu fyrr í dag 2-0 á Meksiko.  
 
Belgia - Japan 3-2(0-0)

placeholder
placeholder