Fótbóltur

Belgiska mótstøðan blásti ungu víkingarnir um koll

Tað endaði 8-0 til Genk í Youth League-dystinum á Tórsvølli, har gestirnir prógvaðu seg sum eina krútsterka ungdómsdeild í Evropa.

Víkingur stóð seg væl í 1. umfari og sendi estiska mótstøðu út við greiðum heimasigri. Hesaferð vitjaði eitt væl sterkari lið á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur stóð seg væl í 1. umfari og sendi estiska mótstøðu út við greiðum heimasigri. Hesaferð vitjaði eitt væl sterkari lið á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-23 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var greitt áðrenn, at tað fór at vera eitt stórt fet upp hjá Víkingi frá estiska Narva Trans í 1. umfari til Genk í 2. umfari í Youth League

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið er komið so langt í ungdómsútgávuni í Champions League, og belgiska liðið vísti, hví felagið hevur støðu sum ein krútsterk ungdómsdeild.

Nøvnini vóru ikki Kevin De Bruyne, Thibaut Courtois, Divock Origi, Yannick Carrasco og Leandro Trossard, sum tey hava verið hjá Genk áður. Men Lino Decresson, Aaron Murenzi, Kiyan Achahbar og hinir vístu sínar dygdir á føroyska tjóðarleikvøllinum, og teir á útiliðnum vóru effektivir, tá møguleikarnir komu.

Summir av hesum hava longu spælt á besta liðnum hjá Genk og ein rúgva av teimum á útiliðnum í gjár eru U-landsliðsspælarar; teir flestu hjá Belgia.

Eftir tólv minuttir var 0-3, og í steðginum var 0-5. Tað gekst betri hjá víkingunum at halda í 2. hálvleiki, men móti endanum komu nøkur mál afturat.

Tað er sjálvandi ongantíð stuttligt at tapa so mikið stórt, men tað er eisini lærdómur at heinta hjá ungum spælarum. Víkingur U19 hevur longu prógvað í hesari kappingini, at man kann skapa úrslit á altjóða pallinum. Nú snýr tað seg um at royna at fáa so nógv burturúr seinna dystinum sum gjørligt.

2. umfar í UEFA Youth League:
Mikudagin 22. oktober á Tórsvølli
Víkingur - KRC Genk 0-8 (0-5)

Meira um dystin sæst her

Seinni dysturin  - mikudagin 4. november í Genk
KRC Genk - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder