
Hann spældi eitt kappingarár við besta liðnum hjá Birmingham í næstbestu ensku deildini, áðrenn hann sum 17-ára gamal skifti til Borussia Dortmund sum tann dýrasti spælarin nakrantíð í hesum aldrinum. Í týska felagnum gjørdist Jude Bellingham yngsti málskjútti nakrantíð hjá felagnum og staðfesti seg skjótt sum fastan og umráðandi spælara.
Tað hevur verið greitt í longri tíð, at onglendingurin skjótt fór at skifta til uppaftur størri feløg. Ein afturvendan til Onglands hevur ofta verið uppi og vent, og fyri í vetur varð hann ofta nevndur sum loysnin til miðvallartrupulleikarnar hjá Liverpool. Tað sigst eisini, at millum annað Manchester United hevur verið eftir honum, men seinastu tíðina er tað vorið meira og meira greitt, at framtíðin hjá Bellingham liggur í Madrid.
Í seinastu viku skrivaðu altjóða miðlar, at ein avtala var komin uppá pláss, og í dag er flytingin almenn: Real Madrid keypri Jude Bellingham frá Borussia Dortmund fyri 88.5 milliónir pund - umleið 770 milliónir krónur. Við bonus o.ø er virði á avtaluni 115 milliónir pund - yvir eina milliard sum er met fyri ein bretskan spælara - skrivar Sky Sports.
Talan er um eina seks-ára sáttmála millum partarnar. Jude Bellingham verður avdúkaður á Santiago Bernabeu. Harvið heldur Real Madrid fram við at keypa stórtalent, sum skulu avloysa dygdargóðu eldru miðvallararnar í felagnum.
Bellingham fyllur 20 ár síðst í mánaðinum. Hann hevur longu spælt 24 A-landsdystir. Millum annað gjørdist onglendingurin yngsti spælari í einum EM-endaspæli nakrantíð, tá hann kom á vøllin fyri Ongland á Wembley móti Kroatia í 2021. Í vetur var hann við til HM í Katar, har kraftmikli miðvallarin skoraði sítt fyrsta landsliðsmál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald