Frá Champions League-meistarunum (fram til leygardagin) til saudiarabisku meistararnar. Hetta er skiftið hjá manninum, sum í oktober í fjør greitt vann atkvøðugreiðsluna um heimsins besta mannliga fótbóltsspælara.
Tað snýr seg - helst - í stóran mun um at forvinna so nógvan pening sum gjørligt seinasta partin av yrkisleiðini. 35-ára gamli Karim Benzema hevur vunnið La Liga fýra ferðir, Copa del Rey tríggjar ferðir og Champions League heili fimm ferðir, síðani hann kom til Real Madrid í 2009.
Karim Benzema vann greitt Balon d'Or í fjør (Mynd: EPA)
Eftir yvir 600 dystir og yvir 350 mál fyri felagið, hevur Benzema valt at royna nakað annað. Tað var um vikuskiftið kunngjørt, at hann ikki fer at spæla fyri Real Madrid meira, og í gjárkvøldið kunngjørdu Al-Ittihad og spælarin sjálvur, at hann skal spæla í Saudiarabia næstu trý árini.
Hvussu stórur sáttmálin er, er ikki greitt. Karim Benzema fer nú til eina deild, ið roynir at fáa risastór nøvn úr evropeisku kappingunum. Cristano Ronaldo fór til Al-Nassr í vetur, eftir at Manchester United uppsegði sáttmálan við hann. Al-Ittihad vann í síðsta mánaði meistarahetið beint frammanfyri júst Al-Nassr, og gomlu Madrid-liðfelagirnir, skulu skjótt stríðast um gull í Saudiarabia.
Felagið Al Hilal roynir nú eisini at fáa fatur á sáttmálaleysa Lionel Messi. N'golo Kante, landsmaðurin hjá Benzema, er eisini settur í samband við eitt skifti til Saudiarabia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald