Fótbóltur

Bergur Poulsen er nú B36'ari

21-ára gamli leirvíkingurin skal eftir øllum at døma avloysa Jann Benjaminsen. Bergur Poulsen hevur seinastu tvey árini verið fastur maður hjá EB/Streymi.

- Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í
EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur Jákup Martin Joensen (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

- Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur Jákup Martin Joensen (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2024-11-25 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur boðað frá, at besta mansliðið í 2025 skal vera meira myndað av "sínum egnu".

Higartil hevur felagið eisini fingið Ragnar Samuelsen og Jóhann Hansson Joensen aftur úr ávikavist B68 og EB/Streymi og longt við Hannes Agnarsson og onkrar yngri spælarar.

B36 hevur tó eisini fingið Heina Vatnsdal til felagið, longt við danan Marius Kryger Lindh og nú tryggjað sær ein leirvíking í hópin.

Í gjárkvøldið gjørdu Bergur Poulsen og B36 sáttmála, sum er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

[object Object]
Bergur Poulsen hevur her skorað fyri EB/Streym í dysti móti 07 Vestur. Hóast hann hevur mest spælt á høgra bakki, hevur Bergur skorað sjey mál fyri EB/Streym (Mynd: jn.fo)

21-ára gamli høgri bakkurin hevur nógva ferð og styrki. Hann er uppvaksin í Víkingi. Í 2023 og 2024 var hann fastur maður hjá EB/Streymi, og hevur Bergur eisini spælt seg inn í U21-landsliðshópin.

Tað er helst ætlanin hjá B36, at nýggi spælarin skal avloysa Jann Benjaminsen. Lansliðsspælarin var liðformaður í ár men skal næstu árini spæla fyri NSÍ.

Les niðanfyri hvat B36 skrivar um Berg Poulsen og avtaluna:

Bergur Poulsen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

Ágrýtni bakkspælarin hevur seinastu tvey árini spælt við EB/Streymi. Í sama tíðarskeiði spældi hann eisini seks U21-landsdystir.

Bergur Poulsen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, væntar sær nógv av samstarvinum.

- Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í
EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur hann.

Bergur er 21 ár og fekk sína fótbóltsuppaling í Víkingi.

Hann hevur higartil spælt 53 dystir í fremstu røð, steypadystir íroknaðir, og skotið sjey mál.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder