Fótbóltur

Ragnar Samuelsen vendir aftur til barndómsfelagið

Frá B68 til B36: Sum skilst hevur B36 fingið sín nýggja spælara numar tvey til 2025 uppá pláss. Samstundis sum útlendingar fara úr felagnum, kemur ein maður, uppaldur í B36, heim.

Ragnar Samuelsen í dysti fyri B36 áðrenn skiftið. Sum skilst varð hansara seinasti dystur fyri B68 júst við Løkin - ein sum tryggjaði B68 sæti í Betrideildini aftir í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ragnar Samuelsen í dysti fyri B36 áðrenn skiftið. Sum skilst varð hansara seinasti dystur fyri B68 júst við Løkin - ein sum tryggjaði B68 sæti í Betrideildini aftir í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-08 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fór til B68 fyri tveimum árum síðani og hevur gjørt sítt til, at liðið úr Nes kommunu hevur hildið sær í Betrideildini hesi árini - serliga við avrikunum í 2023.

Nú 25-ára gamli kropsliga sterki miðvallarin hevur sambært FaroeSoccer spælt 151 dystir í Betrideildini, umframt millum annað tvær steypafinalur og níggju dystir í Evropa. Teir flestu av hesum hava verið fyri B36, sum er barndómsfelag Ragnars.

Sum skilst vendir hann nú aftur har til. Tað hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri keldum í kvøld. B36 hevur roynt at fingið Ragnar Samuelsen aftur til felagið, meðan B68 hevur roynt at fingið hann at halda fram á Svangaskarði.

[object Object]
Ragnar Samuelsen hevur havt heimavøll á Svangaskarði seinastu tvey árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B68 hevur hinvegin longt við danan Sebastian Lau Nielsen, sum hevur spælt við felagnum seinastu trý árini. Eisini er sum skilst avloysari fyri Ragnar longu á veg til miðvøllinum hjá B68.

Skiftið hjá Ragnari Samuelsen aftur til Havnar verður eftir ætlan kunngjørt um vikuskiftið. Týsdagin setti B36 Jákup Martin Joensen í starv sum nýggjan høvuðsvenjara.

Sí eisini: Jákup Martin Joensen kunngjørdur í B376

Heimasíðan bolt.fo skrivaði fyrrapartin, at allir útlendingarnir, sum hava spælt við B36 í ár. gevast í felagnum. Hetta sambært útsagnum hjá forkvinnuni Maritu Debes Magnussen í B36-varpinum á FM1. Talan er um Marius Kryger Lindh, Thomas Rømo Lillo, Jelle van der Heyden Vilmer J. Rönnberg, Zean Peetz Dalügge, Anton Søjberg og Fabian Østigård Ness.

Sambært okkara upplýsingum roynir B36 eisini at fáa ein annan miðvallara aftur til felagið. Emil Weihe Joensen hevur gjørt tað stak væl fyri EB/Streym í ár og var tilnevndur til ársins miðvallara og ársins unga spælara. 20-ára gamli miðvallarin er leigaður úr B36, har hann spældi í 2023 men er ikki sáttmálabundin fyri 2025 nakrastaðni enn.

Higartil hevur B36 fingið Heina Vatnsdal afurat í hópin til næsta ár. Miðverjin kemur úr KÍ.

Sí eisini: Heini Vatnsdal skiftir til B36


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder