Fótbóltur

Jákup Martin Joensen kunngjørdur hjá B36

Sum vit skrivaðu fyrr í kvøld, er hann nýggi venjari hjá besta mansliðnum hjá B36.

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, og Jákup Martin Joensen, nýggjur venjari hjá B36 (Mynd: B36)

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, og Jákup Martin Joensen, nýggjur venjari hjá B36 (Mynd: B36)

2024-11-05 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Komandi tvey kappingarárini eitur høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum hjá B36 Jákup Martin Joensen.

Vit skrivaðu fyrr í kvøld um, at hetta fór at verða kunngjørt, og fyri løtu síðan hevur B36 kunngjørt sáttmálan.

[object Object]

B36 skrivar:

- Vit eru sannførd um, at Jákup Martin saman við venjaratoyminum hevur røttu førleikarnar og neyðugu drívmegina at endurreisa besta mansliðið og seta eina spennandi kós fyri felagið komandi árini, sigur Tummas Erling Djurhuus, sum er ítróttastjóri í B36.

Jákup Martin er 48 ár. Hann hevur brúkt meginpartin av sínum fótbóltslívi í B36-húsinum sum spælari og venjari. Eiðismaðurin spældi á besta liðnum í 1998, og hann hevur eisini vant ungdómslið og næstbesta liðið í nøkrum umførum.

Hann fór undir venjaragerningin í bestu deildini í EB/Streymi í 2019. Tey fýra árini, sum hann arbeiddi á Eiði og við Margáir, flutti hann felagið úr botnstríðnum og upp í stríðið um evropeiskt pláss.

- Eg fari undir uppgávuna við fullum huga. Við beinhørðum arbeiði fara vit at flyta B36 í eina spennandi kós, og tað fer at krevja nógv av okkum øllum. Hetta er ein upplagdur møguleiki at byggja eitt gott grundarlag fyri framtíðina í felagnum, nógvir ungir og spennandi spælarar eru á veg, og vit gleða okkum at fara undir arbeiðið, sigur Jákup Martin Joensen.

Lukas Enevoldsen heldur fram sum hjálparvenjari.

Jákup Martin Joensen tekur við starvinum beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder