
Víkingarnir hava vant hart og leingi í vetur - síðani stutt eftir at kappingin í 2023 var av. Ein av teimum, sum er lagdur afturat hópinum í vetur, er gøtumaðurin Bergur Gregersen.
Hann er ein gamal kenningur í Sarpugerði. Bergur hevur sambært Faroesoccer spælt 102 dystir í Betrideildini - allar fyri barndómsfelagið. Vinstri bakkurin var aftur í bestu deildini í 2019 eftir ein steðg frá heilt seriøsum fótbólti, og síðani hevur Bergur Gregersen spælt nógv á vinstra bakki hjá Víkingi.
Vinstrabeinti verjuspælarin við teknisku dygdunum spældi allar 90 minuttirnar í steypafinalusigrinum á KÍ í 2022, og sama ár var Bergur eisini við til at spæla liðið víðari í Conference League.
Eftir tey fyrstu 14 umførini í fjør fór Bergur Gregersen til skips, og Ingi Jonhardsson tók yvir sum fastur vinstri bakkur. Bergur hevur nú vant við aftur og spælt í venjingardystunum í januar, har Víkingur hevur víst seg væl fram. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála.
Andreas Lava Olsen er ein annar, ið hevur gjørt sáttmála við Víking (Mynd: Sverri Egholm)
Finnur Justinussen hevur eisini skrivað undir tvey-ára sáttmála. 34-ára gamli áleyparin hevur spælt nærum 300 dystir fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi
Jørgen Nielsen er lagdur afturat hópinum hjá Víkingi, men Jóhan Petur Poulsen er helst fegin um at hava Finn Justinussen og Andreas Lava Olsen at ráða yvir enn. Lava hevur verið nógv darvaður av skaða seinastu árini og spældi bert átta dystir fyri besta liðið í fjør. 36-ára gamli leirvíkingurin kann tó geva øllum verjum høvuðbrýggj, og hevur, eins og Finnur Justinussen, nógv gullheiðursmerki og nógvar royndir. Lava hevur gjørt nýggjan eitt-ára sáttmála við Víking.
Keldur: FaroeSoccer og Víkingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald