Fótbóltur

Berin fær ágóðan av stórsteypadystunum 2024

Arvafíggindarnir KÍ og HB - føroyameistararnir og steypavinnararnir hjá monnum - bresta saman leygardagin 2. mars. Kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ spæla 10. mars.

Áskoðarainntøkurnar til stórsteypadystirnar fara altíð til eitt gott endamál - eisini ber til at stuðla við meira í samband við dystin. Hesa ferð fer stuðulin til Beran, sum hevur yvir tjúgu ár á baki. Felagsskapurin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina. KÍ og HB hittast í stórsteypadystinum hjá monnum (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðarainntøkurnar til stórsteypadystirnar fara altíð til eitt gott endamál - eisini ber til at stuðla við meira í samband við dystin. Hesa ferð fer stuðulin til Beran, sum hevur yvir tjúgu ár á baki. Felagsskapurin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina. KÍ og HB hittast í stórsteypadystinum hjá monnum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-20 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá ársins stórsteypadystir í fótbólti verða spældir fyrst í mars mánaði, verður tað Berin, sum hjálpir bæði børnum og foreldrum at handfara sorg, ið fær ágóðan.

Hesum boðar Lions Club frá í dag.

Sum siður er, byrjar fótbóltsárið 2024 við stórsteypadystum hjá bæði kvinnum og monnum millum fremstu liðini undanfarna kappingarár. Tað vil siga, at stórsteypadystirnir eru millum føroyameistarar og steypavinnarar. Áskoðarainntøkurnar fara altíð til eitt gott endamál - eisini ber til at stuðla við meira í samband við dystin.

Hesa ferð fer stuðulin til Beran, sum hevur yvir tjúgu ár á baki. Felagsskapurin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.

- Talan er um bæði bólka- og samrøðutilboð, og Berin vendir sær til børn og ung millum 0 og 29 ár, sum hava mist foreldur ella systkin, børn og ung, sum hava álvarsliga likamliga sjúk foreldur ella systkin, og foreldur, sum hava mist barn frá móðurlívi og til og við 29 ár, skrivar Lions Club.

Fyri at talan skal kunna vera um eina munagóða upphædd, hevur Lions Club síðstu árini sligið ágóðan saman frá dystunum um Lionsbikørini í hondbólti, sum vóru í septembur mánaði, og stórsteypadystirnar í fótbólti, sum nú eru á skránni.

Eins og í londunum rundan um okkum, eru stórsteypadystirnir eisini ‟Charity Shield”-dystir. Tað vil siga, at endamálið ikki bara er fótbóltur, og stórsteypadystirnir í fótbólti eru eitt samstarv millum Lions Club og Fótbóltssambandið.

KÍ verður umboðað í báðum stórsteypadystunum sum føroyameistararar. HB og NSÍ vunnu steypakappingarnar hjá ávikavist monnum og kvinnum. Stórsteypadystirnir verða spældir á Tórsvølli. Hjá monnum er tað leygardagin 2. mars klokkan 17.30 (KÍ og HB) og hjá kvinnum sunnudagin 10. mars klokkan 16 (NSÍ - KÍ)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder