Í næstu viku er HM-atgongumerki uppá spæl, tá føroysku hondbóltsmenninir skulu stríðast við Bosnia-Hersegovina.
Í tveimum dystum, einum í bosniska býnum Tuzla og hinum við Tjarnir í Hoyvíkshaganum, skal ein samanlagdur vinnari finnast: Liðið sum hevur skorað flest mál yvir 120 minuttir - ella meira - skal til HM-endaspælið í Týsklandi í januar.
HM-røkkstøkkdystir:
![]()
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
Í mun til, at hetta ikki er eitt endaspæl og til at dystirnir eru í hvør sínum landi, so er óvanliga tætt ímillum dystirnar:
Bert 48 tímar millum dystarbyrjan í Bosnia og við Tjarnir og tveir harðir dystir innan tvey stór samdøgur.
Ferðast tíðliga og í lutfalsliga stutta tíð fríggjadag
Harvið skulu spælararnir brúka part av fríggjadegnum, restutiónsdegnum, uppá at ferðast nógv.
Har hevur Hondbóltssambandið tó fingið so í lag, at liðið fer úr Bosnia ógvuliga tíðliga fríggjamorgunin, og at tað gongur skjótt fyri seg: Tríggir flogtúrar men hondbóltsmenninir lenda eftir æltan longu í Føroyum klokkan 13.40 fríggjadagin.
Í mun til hetta, er túrúrin til Tuzla mánadagin væl longri í tímum.
Eftir komu til Føroya er eitt sindur av tíð hjá liðnum at fyrireika seg til seinna dystin - lagnudystin við Tjarnir leygarkvøldið 16. mai.
Hava valt hvør sín dag
Javnan hava tveir ella tríggir heilir dagar uttan dyst verið millum undandystirnar. Tað vil siga, at Føroyar hava spælt mikukvøld og síðani leygardag/sunnudag ella hóskvøld og so sunndag.
Leisturin hjá EHF í undankappingum er vanliga, at heimaliðið sleppur at áseta dystardag og hevur tveir dagar at velja í.
Í hesum førum var tað mikudag/hósdag hjá Bosnia/Hersegovina, sum varð trekt at hava heimavøll fyrst, og leygardag/sunnudag hjá Føroyum.
Hondbóltssambandið kunnar Portalin um, at Føroya skuldu velja fyrst og ásettu seinna dystin at vera leygarkvøld klokkan 19.
Síðani valdi Bosnia-Hersegovina hósdag, heldur enn mikudag. Tískil eru bert stór tvey samdøgur millum dystarbyrjan í fyrra dystinum og dystarenda í seinna dystinum.
Portalurin og FM1 verða við á ferðini til Bosnia mánadagin og hava nógv landsliðstilfar alla næstu viku, tá Føroyar fara at royna at spæla seg til fyrsta HM-endaspælið í vaksnamannahondbólti á manssíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald