Fótbóltur

Bert B36 - KÍ fingið ásett klokkuslett í 27. umfari

Finalan um FM verður bríkslað í gongd klokkan 15. Hini heimaliðini áseta sjálvi tíðspunkt leygardagin. Fríggjakvøldið klokkan 18 verður seinasta og avgerandi umfari í 1. deild avgreitt.

B36 og KÍ bresta saman leygardagin klokkan 15 í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og KÍ bresta saman leygardagin klokkan 15 í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanligt er, at seinastu trý umførini verða leikt samstundis.Nakað hevur verið tosað um seinasta umfari í Betrideildini, og hvussu best er at avgreiða tað, nú bert ein dystur hevur veruligan týdning. Tey flestu tykjast at vera samd um, at so nógv sum gjørligt skulu hava møguleikan at síggja FM-finaluna millum B36 og KÍ, og nú hevur FSF tikið sína avgerð.

Vit hava júst frætt frá Fótbóltssambandinum, ið hevur sent kunning út til feløgini um seinasta umfari hjá 1. deild og í Betrideildini. Allir dystirnir í 1. deild verða leiktir fríggjakvøldið klokkan 18, har nógv er uppá spæl. Greiða skal fáast á fremstu plássini, og hvør gerst tann seinni niðurflytingarin.

Allir dystirnir í Betrideildini skulu leikast leygardagin, men fyriuttan í dystinum millum KÍ og B36 hava feløgini sum havan heimavøll fingið frítt spæl at áseta tíðspunkt. Tað er lítið og einki uppá spæl burtursæð frá meistaraheitinum, og tí kunnu dystirnir ikki ávirka hvønn annan.

B36-KÍ verður bríkslaður í gongd klokkan 15.00. Hann fær valla byrja nógv seinni orsakað av vánaligu ljósviðurskiftunum í Gundadali. Tað kann væntast at fleiri 1000 áskoðarar verða til hendan dystin, og nú FSF hevur avgjørt hetta, so kann hugsast at nógv uttanveltaði eisini koma til dystin.  

27. og seinasta umfar: 

Seinasta umfar, leygardagin 27. oktober: 

27
26-10-2019
 
-
 
27
26-10-2019
 
-
 
27
26-10-2019
 
-
 
27
26-10-2019
 
-
 
27
26-10-2019
 
-

(FaroeSoccer)


Støðan: 
1.KÍ (63 stig)
2.B36 (63 stig)
3. NSÍ (54 stig) 
4. HB (48 stig) 
5. Víkingur (48 stig) 
6. Skála (34 stig) 
7. AB (21 stig) 
8. TB (19 stig) 
9. EB/Streymur (18 stig)
10. ÍF (6 stig) 

27
25-10-2019
 
-
 
27
25-10-2019
 
-
 
27
25-10-2019
 
-
 
27
25-10-2019
 
-
 
27
25-10-2019
 
-

Støðan: 

Støðan:
1. KÍ 54 stig
2. Víkingur 52 stig
3. NSÍ 50 stig
4. 07 Vestur 44 stig
5. B68 35 stig
6. B71 30 stig
7. Skála 28 stig
8. B36 27 stig
9. HB 26 stig
19. EB/Streymur 12 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder