Fótbóltur

Bert eitt stig frá FM

Eftir úrslitini í dag kann HB tryggja sær føroyameistaraheitið við einum stigi í Klaksvík um eina viku.

2018-09-16 17:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ístaðin fyri at tað gjørdist tættari í oddastríðnum, so er munurin øktur eftir dystirnar í dag. HB sendi NSÍ heim við ongum, meðan KÍ einki fekk við heim av Skála. Harvið hevur HB heili 58 stig og eina risastóra leiðslu, nú fimm umfør eru eftir. 

Tað gekk aftur og fram í fyrra hálvleiki í Gundadali, har bæði liðini søktu at. Stutt fyri hálvleik sló HB til tvær ferðir. Fyrst var tað Dan í Soylu fimm minuttir fyri hálvleik, og næstan beint aftaná økti Símun Samuelsen. Í báðum førum var tað toppskjúttin í deildini, Adrian Justinussen, ið legði upp. Oddaliðið vísti aftur effektivitet, og hví HB er greitt nummar eitt.

Runavíkingar royndu at leggja trýst á í 2.hálvleiki, og lítið korter fyri tíð minkaði fyrrverandi HB-liðformaðurin, Jóhan Troest Davidsen, um munin eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg. Nú kundi alt henda, og Pól Jóhannes Justinussen var eisini nær við, men HB helt fast, og er nú heili 13 stig á odda. NSÍ megnaði ikki at gera sum á Ólavsøku, og HB kann avgera FM í Klaksvík um eina viku.


Á Skála var KÍ á vitjan, og klaksvíkingar høvdu harðliga tørv á stigum í oddastríðnum. KÍ var eisini omaná fyrstu løtuna, og legði Skála undir eitt ávíst trýst; serliga í samband við hornaspørk. Men tað var heimaliðið, ið kom á odda stutt áðrenn hálvur tími var leiktur. Frísparksinnlegg frá Niels Paula Danielsen úr høgru tætt við baklinjuna, og so kundi Teitur R. Joensen stýra bóltinum í málið við høvdinum

KÍ kom væl út til 2.hálvleik, og stórar partar av hálvleikinum var bólturin á hálvuni hjá Skála. KÍ kom eisini í fleiri góðar støður, og kundi væl havt javnað, men effektiviteturin manglaði, og teir á  Skála-liðnum stríddust sera væl, og kundi havt økt eftir eina umstilling. Tað kom bert eitt mál á Skála, og teir appelsinlittu lyfta seg harvið uppá 6. plássið, meðan KÍ hevur 13 stig upp til 1. plássið, og 8 stig niður til Víking.  

Komandi sunnudag tekur KÍ ímóti HB, og havnarfelagið kann tryggja sær sítt fyrsta FM síðani 2013 við at fáa javnleik ella við einum sigri. 

 

HB - NSÍ 2-1 (2-0)
Dan í Soylu 1-0
Símun Samuelsen 2-0
Jóhan Troest Davidsen 2-1

Skála - KÍ 1-0 (1-0)
Teitur R. Joensen 1-0


Hini úrslitini: 

EB/Streymur - Víkingur 2-2(1-1)
07 Vestur - B36 1-3(0-0)
TB/FCS/Royn - AB 0-1(0-0)

Les meira her


Støðan eftir 22 umfør
1. HB (58 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (42 stig)
4. B36 (40 stig)*
5. Víkingur (37 stig)
6. Skála (25 stig)
7. TB/FCS/Royn (21 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. AB (12 stig)
10. 07 Vestur (10 stig)*

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder