Fótbóltur

Víkingur snávaði - AB stjól sigurin

Argjamenn vunnu fyri fyrstu ferð í fýra mánaðir, og eru nú komnir framum 07 Vestur í botnstríðnum.

Víkingur misti sigurin heilt móti endanum, tá teir vitjaðu EB/Streym
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Víkingur misti sigurin heilt móti endanum, tá teir vitjaðu EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-09-16 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stríðið um Evropa kann framvegis gerast spennandi, hóast Víkingur misti sigurin í síðstu løtu, og niðurflytingarstríðið er spennandi í løtuni. AB tók seg framum 07 Vestur, og tað sær út til at bert eitt lið flytir niður.

Víkingur skuldi aftur á vinnaraslóðina, tá ið føroyameistarin vitjaði á Eiði. Og felagsliðið kom væl frá byrjan, tá Gunnar Vatnhamar fann beiggja sín Sølva, og so var 1-0. Hetta sá út til at vera hálvleiksstøðan, men beint fyri hálvleik javnaði EB/Streymur við brotssparki. Tað var Ragnar B. Danielsen, ið var tryggur úr ellivu metrum.

Í 2.hálvleiki var søgan tann sama. Víkingur kom á odda, tá eitt korter var eftir. Tað var Andreas Lava Olsen, ið skoraði til 2-1. Ímóti endanum blakaði EB/Streymur alt fram í samband við eitt hornaspark, og umvegis málverjan Róa Zachariassen endaði bólturin hjá Marna Djurhuus, og veteranurin javnaði fyri EB/Streym. Ein dyggur smeitur fyri Víking í stríðnum um Evropa, nú tá ið NSÍ og KÍ samstundis taptu.  


Í Trongisvági kom eina málið í yvirtíðini, og hetta kann vísa seg at gerast sera virðismikið fyri AB. Fyri aðru ferð í ár eru argjamenn á veg norður um Suðuroyðarfjørð við trimum stigum. Tað var eitt sjálvmál, ið gav AB sigurin; tann fyrsti sigurin hjá liðinum síðani mai.   


Øll málini komu í 2.hálvleiki, tá 07 Vestur tók ímóti B36. Vágamenn høvdu meira tørv á stigum enn steypavinnarin,  men B36 var leikliga omaná, og kom á odda stutt inn í 2.hálvleik. Síðani skoraði Gilli Samuelsen tvær ferðir. Hann var leigaður út til 07 Vestur í fyrru hálvu. Ímóti endanum minkaði heimaliðið um munin, men við hesum úrslitinum dettur 07 Vestur niður á aftasta plássið.

EB/Streymur - Víkingur 2-2(1-1)
Sølvi Vatnhamar 0-1
Ragnar B. Danielsen(br.) 1-1
Andreas Lava Olsen 1-2
Marni Djurhuus 2-2

07 Vestur - B36 1-3(0-0)
Michal Przybylski 0-1
Gilli Samuelsen 0-2
Gilli Samuelsen 0-3
Sonny Jakobsen 3-1

TB/FCS/Royn - AB 0-1(0-0)
Sjálvmál 0-1

Les meira um hinar báðar dystirnar her: Bert eitt stig frá FM


Støðan eftir 22 umfør
1. HB (58 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (42 stig)
4. B36 (40 stig)*
5. Víkingur (37 stig)
6. Skála (25 stig)
7. TB/FCS/Royn (21 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. AB (12 stig)
10. 07 Vestur (10 stig)*   


*Ein dyst færri

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder