20 av leikarunum, ið hava vant á Tórsvølli í gjárkvøldið og fyrr í dag, vórðu úttiknir til upprunahópin. Håkan Ericson og toymi hansara hava verið noyddir til at gera tríggjar broytingar síðani seinasta mánadag.
Sí eisini: Fyrsta almenna venjingin hjá Håkani Ericson
Fyrst avloysti Heri Hjalt Mohr liðfelagan René Shaki Joensen, ið er darvaður av skaða, og í vikuskiftinum varð kunngjørt, at Jákup Biskopstø Andreasen og Patrik Johannesen úr KÍ vóru úttiknir ístaðin fyri Rógva Baldvinsson og Kaj Leo í Bartalsstovu. Rógvi hevur trupulleikar við lærkrikanum, og Valur vil ikki leysgeva Kaj Leo til landsliðsuppgávurnar orsakað av reglunum um sóttarhald i Íslandi, ið merkja, at gøtumaðurin ikki hevði verið tøkur í áleið eina viku eftir heimkomu frá landsliðnum. FH gav tó Gunnari Nielsen loyvi.
Les eisini: KÍ' arar avloysa útisetar
Seinnu broytingarnar merkja, at tað nú bert eru fimm útisetar á landsliðnum. Jóan Símun Edmundsson (á veg aftur frá knæskaða) og Gilli Rólantsson (korona) eru ikki tøkir, og vinstru bakkarnir Ári Mohr Jónsson og Magnus Egilsson eru ikki tiknir út. Hetta er eitt óvanliga lágt tal, um vit hyggja eftir norminum seinastu mongu árini, men tað kemst av omanfyri nevndu orsøkum, og av tí at fleiri leikarar eru farnir aftur til Føroya at spæla (Sonni Ragnar, Odmar, Heini og Patrik).
Gilli og Heini til landsliðsvenjing á Tórsvølli í fjør. Tvøramaðurin er tíverri ikki tøkur hesaferð - vágbingurin er nú KÍ-leikari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Broytingarnar merkja eisini, at tað bæði er seks HB'arar og seks KÍ-leikarar í landsliðshópinum - 12 útav teimum 23. Talan er um tríggjar og ein hálvan klaksvíking, tí Jóannes Bjartalíð, Jóannes Kalsø Danielsen og Jákup Biskopstø Andreasen hava altíð spælt fyri KÍ, og Teitur Matras Gestsson er hálvur klaksvíkingur og spældi við KÍ til hann var 15 ára-gamal. Tá fór málverjin til OB at royna seg. Hann kom til HB sum 18-ára gamal. Teir báðir suðuroyingarnir á landsliðnum eru knýttir at KÍ. Heini er vágbingur, og Patrik er tvøramaður. Gilli hevði verið tann triði suðuroyingurin, um hann var tøkur. Odmar Færø, ið kom aftur til føroyskan fótbólt í vetur, hevur B36 sum sítt upprunafelag.
Adrian og Daniel til venjing í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Heri Hjalt Mohr er uppvaksin í HB, og Adrian Justinussen og Daniel Johansen komu tíðliga í tannáringaárinum til felagið úr ávíkavist GÍ/Víkingi og EB/Streymi og hava síðani ment seg sera væl í høvuðsstaðnum. Vinstri bakkurin, sum er úttikin fyri fyrstu ferð, búleikaðist í ungum árum í Sundalagnum. Adrian er annar gøtumaðurin í HB og á landsliðnum í løtuni. Hin er Heðin Hansen, ið er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Hann er uppvaksin í GÍ, nú hevur hann spælt samanlagt eitt kappingarár við HB.
Sí eisini: (Video): Heðin Hansen: Håkan og Berthel eru báðir ógvuliga bóltfokuseraðir
Tríggir leikarar í spæla í gamla felagnum hjá Heðini og Adrian eru úttiknir. Harvið er Víkingur næstbest umboðað av feløgunum, ið leikararnir spæla í nú. Allir tríggir eru leirvíkingar: Sølvi Vatnhamar, sum hevur verið fastur fúsur seinastu seks árini, bróðurin Gunnar, ið var við í Nations League seinast, men sum ikki var úttikin til nakran dyst í fjør, og Andrias Lava Olsen, sum eftir næstan fýra ár burtur, er við aftur. Harvið er Leirvík sera væl umboðað, tá hugsað verður um, at beint undir 1000 fólk búgva í bygdini.
Sí eisini: (Video) Lava: - At verða við aftur nú er bara stuttligt
Tveir leikarar úr Sandoynni eru við: Brandur Hendriksson Olsen er við sum vanligt, meðan ein annar lágvaksin men teknsiskt sterkur miðvallari er við á fyrsta sinni. 24-ára gamli Dan í Soylu er í gongd við enn eitt gott kappingarár í HB. Hann spældi eitt sindur við U18-liðnum hjá HB í 2013 og 2014, og eftir nøkur ár á Argjum og eitt í EB/Streymi kom Dan aftur til HB í 2018 og sló av álvara til.
Grannarnir úr B36 hava ein A-landsliðsleikara hesuferð, og tað er Sonni Ragnar Nattestad, sum er uppvaksin í Miðvági og í MB og seinni 07 Vestur. Meinhard Egilsson Olsen hevur spælt teir flestu av sínum dyst í Betrideildini við B36 og er júst farin úr felagnum til næstbestu deildina í Svøríki. Meinhard hevur annars sín uppvøkstur í NSÍ.
Odmar Færø spældi í fjør í norska HamKam - Viljormur Davidsen er framvegis í Vejle (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ hevur tveir leikarar við: Rituvíkingin og liðformaðurin hjá felagnum, Klæmint Andrasson Olsen, ið so at siga altíð er við, og Tórð Thomsen, ið hevur verið sera stinnur í málinum í ár, og sum er við fyri fyrstu ferð síðani 2016. Viljormur Davidsen spælir fyri Vejle í Superliguni. Vinstri bakkurin hevur verið í felagnum í sjey ár, men hann er uppvaksin á eystara armi av Skálafjørðinum og í NSÍ.
Hallur Hansson og Gunnar Nielsen eru bestu boðini uppá ein nýggjan liðformann. Atli Gregersen hevur havt bindið um armin síðani 2016, men nú miðverjin er givin, skal Håkan Ericson velja ein nýggjan. Gunnar Nielsen er í gongd við sítt, Hallur hevur fyri tað mesta spælt við HB, tá hann hevur verið í føroyskum fótbólti. Hann búði tó eitt nøkur sum heilt ungur í Vági og spældi harvið við VB og umboðaði í 2014 Víking. Síðani hevur Hallur verið í donskum fótbólti - seinastu fýra árini í Horsens, ið hann nú er liðformaður hjá.
Hópurin til Nations League-dystirnr móti Malta og Andorra:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Verjuleikarar:
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Heri Hjalt Mohr, HB
Heðin Hansen, HB
Daniel Johansen, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Miðvallarar:
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki)
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ - úttikin ístaðin fyri Rógva Baldvinsson
Patrik Johannesen, KÍ - úttikin ístaðin fyri Kaj Leo í Bartalsstovu
Adrian Rúnasson Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Áleyparar:
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Føroyar og Malta spæla hóskvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sunnudagin klokkan 14.00 spæla Føroyar í Andorra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald