Fótbóltur

Video: - Håkan og Berthel eru báðir ógvuliga bóltfokuseraðir

- Tað hevur hóskað væl til mín at verða ein av uppbyggjandi leikarunum í spælinum. Hetta sigur Heðin Hansen, ið er á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, og sum, eins og landsliðið er í gongd við, hevur lagt stílin eitt sindur um.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-01 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Um tað skuldi verða, so skuldi tað kanska verða nú. Tað kravdi tað, at eg persónliga avrikaði væl, og samstundis at HB avrikaði væl.

Hetta sigur 27-ára gamli Heðin Hansen, ið undan kappingarárinum varð samdur við Jens Berthel Askou, venjara sín í í HB, um hetta.

Tað er eydnast hjá Heðini at koma á A-landsliðið, og hann sigur, at tað sum Berthel og nýggi landsliðsvenjarin ætla líkjist nógv, og at hetta hóskar væl til hann, sum í mun til fyrr ikki reikar so nógv ímillum brotsteigirnar.

Gøturmaðurin sigur, at tað er stuttligt at verða við, men at talan er um øðrvísi tilveru, nú t.d allur maturin skal koyrast á tallerkin við handskum. 

Sí eisini: 

Lava: - At verða við aftur nú er bara stuttligt
Myndir: Fyrsta almenna venjingin hjá Hakani Ericson

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder