Nú er greitt, hvørji fýra lið skulu spæla í hálvfinalunum í Africa Cup of Nations. Favorittarnar Senegal og Nigeria vunnu mikudagin sínar fjórðingsfinalur, og í gjárkvøldið spældu tvey norðurafrikansk lið seg víðari.
Sum væntað varð dysturin millum Algeria og Fílabeinsstrondina spennandi. Tað endaði 1-1 í vanligari leiktíð, og tað skuldi at enda avgerast við brotssparkskapping, har Algeria var omaná.
(Liðið hjá Madagaskar hevði eitt frálíkt endaspæl - Mynd: EPA)
Madagaskar hevur loypt hvøkk á øll seinastu tíðina. Oyggjalandið hevur ongantíð verið í endaspælinum fyrr, men náddi fram til fjórðingsfinaluna. Í gjárkvøldið var Tunesia tó ein ov stórur biti og avgjørdi dystin í 2. hálvleiki við trimum málum.
Harvið verða tað favorittarnir úr Vesturafrika ímóti teimum norðurafrikansku liðunum í hálvfinalunum sunnudagin.
Fjórðingsfinalur í AFCON:
10.07:
Senegal-Benin 1-0
Nigeria-Suðurafrika 2-1
11.07:
Fílabeinsstrondin-Algeria 1-1 (3-4 í brotssparkskappingini)
Madagaskar-Tunesia 0-3
Hálvfinalur:
Sunnudagin 14.07
(17.00): Senegal - Tunesia
(20.00): Algeria - Nigeria
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald