Seinast føroyska manshondbóltslandsliðið var við í undankapping í fjør, sluppu teir at spæla móti stórveldum innan hondbóltin, eitt nú donsku heimsmeistarunum.
Og ímeðan tey bestu liðini frá teirri undankappingini nú gera seg til reiðar at fara undir sjálvt EM-endaspælið, sum byrjar í morgin – kappingin fer fram í Noregi, Svøríki og Eysturríki – fer føroyska landsliðið nú undir undankappingina til HM-kappingina, sum verður um eitt ár.
Føroyska landsliðið skal fyrst í eina undan-undankapping, og tað er hon, sum verður í Luksemburg um vikuskiftið.
Tríggir dystir í tríggjar dagar, sigur leikskráin, og mótstøðan er fyrst Litava fríggjadagin, Slovakia leygardagin og vertslandið Luksemburg sunnudagin.
Bert vinnarin sleppur víðari í kappingini. Hvørjir møguleikarnir eru hjá føroyingunum, er ilt at meta um, men Føroyar verða ikki nevndar sum favorittur hjá eitt nú heimasíðuni hjá Evropeiska hondbóltssambandinum
Tað verður Slovakia, sum fyrr hevur roynt seg millum sterkastu tjóðirnar, men hevur ikki klárað seg væl í seinastuni. Hinvegin hevur Litava havt góð úrslit, og er útnevnt til favoritt at vinna bólkin, eitt nú av føroyska landsliðsvenjaranum, Sonna Larsen.
Dystirnir verða spældir í stásiligu d’Coque-ítróttamiðstøðini í útjaðaranum av Luksemburg býi.
Føroyska landsliðið fór úr Føroyum í gjár, hevði eina venjing í Danmark í gjárkvøldið, áðrenn leiðin í dag gekk víðari til høvuðsstaðin í Luksemburg.
Orsaka av skaðum eru nakrir nýggir mans, sum ikki hava tær stóru royndirnar á landsliðnum við í hópinum til Luksemburg. Hópurin sær soleiðis út:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, Neistin, og Tóraldur Kollsker, Fredriksberg IF
Útileikarar:
Brandur Halgirsson, Ajax København, Hilmar Leon Jakobsen, H71, Teis Horn Rasmussen, HEI /Skæring, Jónas G. Djurhuus, Fredriksberg IF, Kjartan Johansen, Viking Stavanger, Peter Krogh, H71, Vilhelm Poulsen, H71, Leivur Mortensen, H71, Rói Berg Hansen, FIF, Nicklas Selvig, KÍF, Pætur Thomsen, H71, Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger, Rókur Akralíð, HEI/Skæring og Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Venjarar eru Sonni Larsen og Dia Midjord.
Portalurin fer at hava fólk á staðnum við frásøgum, myndum og videobrotum frá dystunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald