Um vikuskiftið varð kappast í DM í estetiskum fimleiki í Greve, og millum liðini, sum kappaðust, var eisini eitt føroyskt lið við í kappingini.
Talan var um gentuliðið Mira úr Havnar Fimleikafelag, og gekk tað avbera væl hjá teimum.
Genturnar úr Mira endaðu nevniliga á einum fyrstaplássi til innleiðandi kappingina leygardagin, og tóku tær eisini fyrstaplássið í finaluni í dag, skrivar Havnar Fimleikafelag í tíðindaskrivi.
Støðan gjørdist hendan:
- HF Mira (15,93) 16,70 samanlagt 32,632
- Team Vivanit (15,83) 16,63 samanlagt 32,465
- Team Merida (15,40) 16,17 samanlagt 31,565
Í kvinnubólkinum luttók eisini Team Nordik, sum er fimleikaliðið hjá føroyska ítróttarfelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald