2022-03-10 22:41
Frælsur Ítróttur í Føroyum (FÍF) skipar saman við Hvistuni í Suðuroynni fyri 7. BETRI vetrarkappingini um vikuskifti
Kappingin í ár er sunnudagin 13. mars. Runnið verður í Vági, har teinurin er góðar 10 kilometrar. Eins og til undanfarnu vetrarkappingarnar er eisini styttri teinur til børnini.
Tað hevur verið sindur ymiskt hvør leiðin og longdin á teininum hevur verið, tá ið runnið er í Vági. Í ár eins og fyri tveimum árum síðani er teinurin av Eiðinum í Vági, út á Nes millum Vág og Porkeri, og so vestur aftur á Vágseiði, tó eftir vegnum ovarlaga millum Nes og Vág, áðrenn leiðin aftur liggur oman í bygdina og beint vestur til Vágshøll.
Kappingin byrjar klokkan 14 fyri børn og klokkan 14.30 fyri vaksin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald