Skála skal í kvøld spæla sín fyrsta týðandi dyst, síðani samstarvið við EB/Streym endaði í vetur.
Feløgini vóru saman um fremsta kvinnuliðið í 11 ár, og tað endaði millum annað við tveimum steypagullum og tveimum FM-heitum.
Nú stendur Skála á egnum beinum í fremstu røð. FM og annað er ikki í tonkunum - tað er tað tó helst hjá NSÍ, ið vil bjóða KÍ meira av.
EBS/Skála myndaði í nøkur ár oddin í føroyskum fótbólti - nú roynir Skála seg í Betrideildini fyri seg sjálvt (Mynd: Bjarni Enghamar)
NSÍ er endað á øðrum plássi í Betrideildini fýra ár á rað og hevur vunnið tvær steypakappingar (Mynd: Sverri Egholm)
Í fjør eydnaðist tað teimum í gulum og svørtum at vinna steypafinaluna á júst KÍ. Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur 2-1, tá liðini høvdu aðalroynd til kappingarárið í stórsteypadystinum.
NSÍ er stórfavorittur at fáa fyrstu stigini í Betrideildini í ár. Dysturin við Løkin í kvøld byrjar klokkan 19.
Tveir aðrir dystir í 1. umfari eru á skránni leygardagin - báðir í Havn - og mánadagin spæla TB/FCS/Royn og FC Hoyvík. Hetta verður fyrsti dystur hjá hoyvíkskvinnum í Betrideildini - tær avloysa 07 Vestur sum áttanda liðið.
Skráin fyri 1. umfar:
Keldur: FSF og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald