Upprunaliga skuldu báðir dystirnir verið leiktir leygardagin 30. november, men koronutilburðir og sóttarhald hjá B36 og B71 løgdu meinbogar fyri hesum.
Fótbóltssambandið avgjørdi síðani, at dystirnir skuldu avgreiðast í dag - nakað sum ónøgd hevur verið um á ymsan hátt í legunum - og orsakað av nýggju tilmælunum, sum komu í vikuni, so verða ikki áskoðarar ikki til dystirnar.
Les eisini:
FSF: Spæla uttan áskoðarar
NSÍ: Eingir áskoðarar til dystin sunnudagin - um tilmælini verða fylgd
Koronuavmarkingar fara at seta sín dám á seinastu dystirnar
Inni í Dal á Sandi verða ikki áskoðarar kring vøllin til dystin, ið byrjar klokkan 16, og sum er tann størsti hjá felagnum í tíggju ár - tó kunnu fólk sita í bili og hyggja, boðar B71 frá á facebook-síðu sínari. Síðani 2012 hevur besta liðið hjá sandoyingum spælt í næstbestu deildini. Um tilveran í 2022 skal verða í Betrideildini, so krevst ein sigur móti AB. Um hetta skal eydnast, so krevst helst, at Clayton Soares do Nascimento aftur slær til. 42-ára gamli brasliumaðurin hevur verið í Føroyum meginpartin av seinastu tjúgu árinum og er toppskjútti í 1. deildí ár við tjúgu málum. 19-ára gamli lokali miðvallarin, Jonas Warner, er eisini ein av teimum, ið veruliga hevur gjørt mun í ár. Nakrir av leikarunum hjá B71 hava seinastu tíðina verið í sóttarhaldi.
Argjamenn fluttu niður í fjør eftir upp- og niðurflytingardyst móti B68, og hóast byrjanin í ár ikki var góð, so er AB nú í einari støðu undan seinasta umfarinum, at ein javnleikur er nóg mikið til at koma upp í Betrideildini. Hetta kemst serliga av góða tíðarskeiðnum eftir summarstegðin. Teir donsku leikararnir, ið komu tá - serliga Mads Zaar og Ardit Murati - hava gjørt mun, og sandingurin Símin Hansen hevur skorað 14 mál eftir summarstegðin. Hetta hevur verið fyrsti árið hjá AB í 1. deild síðani 2017.
Líkamikið hvør vinnur, ella um tað endar við javnleiki í dag, so verður tað fyrstu ferð síðani 2016 at tvey lið flyta beinleiðis upp í Betrideildina. Skála hevur vunnið deildina, og AB ella B71 enda á 3. plássi. B71 vann 2-0, tá liðini hittust á Sandi 24. apríl, og tað endaði við 1-1 javnleiki tríggjar vikur seinni á Argjum.
Á Sandi skulu AB og B71 stríðast um uppflytingarplássi. Símin Hansen, ið hevur sín uppruna í B71 hevur skorað 16 mál fyri AB, ið bert tørvar ein javnleik. B71 skal vinna fyri at enda eitt tíggju-ára skeið uttanfyri bestu deildina (Mynd: B71/Olena Goffe)
Endurtøka av í fjør
7. november 2020. 27. umfar í Betrideildini. NSÍ fer til Havnar og skal hava minst eitt stig móti B36 fyri at tryggja sær evropeiskt pláss sjeynda árið á rað. B36, ið spældi seg víðari í Evropa League tríggjar ferðir í august-september, skuldi vinna fyri at tryggja sær evropeiska luttøku áttanda árið á rað. NSÍ vann 4-3 í undirhaldandi dysti, har Klæmint Andrasson Olsen gjørdi hattrikk. Kravið hjá B36 var síðani at vinna steypakappingina fyri at taka evropeiska plássið frá KÍ, sum datt niður á 3. pláss, men tað eydnaðist ikki.
Nú, júst eitt ár seinni, er støðan ógvuliga lík henni í fjør. Hesuferð eru fýra evropeisk pláss, men Víkingur hevur stungið seg frammum NSÍ og B36. Hesuferð verður leikt við Løkin - og uttan áskoðarar - og tað er B36, ið hevur nóg mikið við javnleiki, meðan NSÍ skal vinna. NSÍ vann 4-2, tá liðini hittust við Løkin mitt í apríl - fyrst í augst spældu tey 1-1 javnleik í Gundadali. 2-0 sigurin hjá B36 á Víkingi í útsetta dystinum hóskvøldið, ið lyfti liðið uppum NSÍ, var tann fyrsti hjá havnarliðnum á øðrum topp-fimm liðið í ár. Tá vóru Andrias Eriksen, Benjamin Heineseini Mathias Trane og Uros Stojanov ikki við frá byrjan - fyrst- og síðstnenvdi ikki á vøllinum. Sebastian Pingel fór av vøllinum við skaða.
Liðið, sum endar á fimtaplássi, hevur enn ein møguleika at røkka evropeiskum plássi. Tað er við at vinna steypakappingina. Í so fall endar liðið, sum endar nummar fýra, uttanfyri. Televarpið vísir hendan týdningarmikla dystin, sum byrjar klokkan 16, og tann á Sandi. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara og vit hava myndir og samanumtøku frá dystunum
1. deild menn, 27.umfar
07-11-2021 kl. 14:00 | - |
3 | 26 | 12 | 7 | 7 | 52 | 36 | +16 | 43 | ||
4 | 26 | 12 | 5 | 9 | 55 | 47 | +8 | 41 |
Betrideildin menn, 27. umfar
07-11-2021 kl. 16:00 | - |
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald