Fótbóltur

NSÍ: Eingir áskoðarar til dystin sunnudagin - um tilmælini verða fylgd

Felagið harmast í kunningarskrivi um, at koronustøðan aftur gongur útyvir seg, sum hevur fylgt øllum tilmælum. Dysturin varð fluttir eina viku, orsakað av koronutilburði hjá B36, og nú missur NSÍ í stóran mun heimavallarfyrimunin til avgerandi dystin, umframt áskoðarainntøkur.

NSÍ fær, orsakað av íkomnu støðuni, ikki so stórt gagn av heimavøllinum til útsetta dystin sunnudagin (Mynd: NSÍ)

NSÍ fær, orsakað av íkomnu støðuni, ikki so stórt gagn av heimavøllinum til útsetta dystin sunnudagin (Mynd: NSÍ)

2021-11-03 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nýggju koronutilmælunum landstýrinsins stendur millum annað, at ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðara.

Tá tað eisini er greitt, at tiltøk, sum savna yvir 50 fólk, helst skulu avlýsast, so verður tað uppaftur truplari at grundgeva fyri, at seinastu landskappingardystirnir í fótbólti kunnu spælast við nógvum fólkum á áskoðaraplássunum. Tað hevur eisini verið vanligt higartil at fylgja júst hesum tilmælunum í samband við fótbólt.

Les eisini: 
Nýggj koronutilmæli frá landstýrinum - eru galdandi tíiggju dagar fram
Koronuavmarkingar fara at seta sín dám á seinastu dystirnar

Men tað er júst orðingin "eiga at verða útsett", sum letur upp fyri nøkrum. NSÍ hevur fyri løtu síðani lagt eitt kunningarskriv út á Facebook-síðu sína, har tað fyrst verður staðfest, at eingir áskoðarar verða til dystin sunnudagin ímillum NSÍ og B36, um tilmælini verða fylgd.

Í stutta kunningarskrivinum tykist tað tó heilt greitt, at áskoðaraplássini við Løkin vera heilt tóm sunnudagin, tá fjórða plássið er uppá spæl, og evropeiska lagnan hjá NSÍ og B36 kann verða avgjørd: Vinnarin liggur so í øllum førum til at fáa pláss í Conference League næsta ár, áðrenn steypakappingin fer í gongd.

[object Object]
B36 vitjar við Løkin sunnudagin í avgerandi dysti (Mynd: Sverri Egholm)

Dysturin skuldi verða leiktir leygardagin 30. november, men varð eins og dysturin hjá B36 móti Víkingi orsakað av koronutilburði og sóttarhaldi hjá B36. Hetta merkir nú eisini, at NSÍ ikki fær stóran gagn av at spæla á heimavølli

- Aftur hesuferð gongur corona støðan útyvir NSÍ…, hóast felagið hevur gjørt sítt til at fyribyrgja smittuni, og fylgt øllum tilmælum. Men av tí at hettar er eitt tilmælið, so fylgja ongir pengar við fyri mista inntøku, skrivar NSÍ.

B36 spælir í morgin útsetta dystin móti Víkingi á heimavølli - uttan áskoðarar. NSÍ endar sítt skriv við "Vit mugu bara syrgja fyri at vinna á vøllinum - Saman standa vit sterk, hóast frástøðu!"





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder