Eftir steðg í ein stóran mánað fór 2. Bundesliga í gongd aftur í gjárkvøldið.
Á heimavølli var Bielefeld favorittur móti Bochum, og oddaliðið greiddi sína skyldu. Andreas Volgsammer skoraði sítt 10.mál í kappingarárinum í 27. minutti. Dysturin varð endaliga avgjørdur í yvirtíðini, tá toppskjúttin í deildini,Fabian Klos sló til fyri heimaliðið.
Dysturin var annars merktur av nógvum gulum kortum, 11, og Jóan Símun Edmundsson fekk eitt av teimum í yvirtíðini. Toftamaðurin varð skiftur inn í 63. minutti.
Arminia Bielefeld hevur 37 stig fyri 19 dystir og hevur nú seks stig niður til nummar tvey og trý, stórfeløgini Hanburger SV og Stuttgart, ið bæði hava leikt ein dyst færri.
Bielefeld spælir aftur fríggjakvøldið á útivølli móti Aue.
Fótbóltur
Bielefeld økti um munin í oddinum
Jóan Símun spældi seinasta hálva tíman á álopskenda miðvøllinum.
Føroyski landsliðsleikarin og hansara lið eru í løtuni á veg upp í Bundesligaina (Mynd: Sverri Egholm)
2020-01-29 07:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald