Ársins helst mest týdningarmikla og spennandi billardkapping verður komandi vikuskiftið í hølunum hjá Havnar Klubba, har Havnar Billardfelag er vertur í ár.
Herfyri vann Havnar Billardfelag sítt fyrsta FM heiti fyri lið í 18 ár. Nú skulu so landsins bestu spælarar dystast um mest týðandi heiðurin, nevniliga at vinna FM heitið fyri einstaklingar.
Tilsamans 8 spælarar luttaka. Skipanin er tann, at 6 av teimum bestu spælarunum frá liðkappingini koma beinleiðis víðari í finaluumfarið. Síðani eru tvey pláss eftir. Seinasta vikuskiftið varð kappast um hesi bæði plássini. Ikki færri enn 16 spælarar høvdu teknað seg til hesa innleiðandi kappingina. Endin varð, at tveir spælarar úr Klaksvíkar Billardfelag spældu seg víðari til finaluumfarið. Teir eru Urbanus Olsen og Sonhard Johannessen.
Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen báðir úr Klaksvíkar Billardfelag spældu seg víðari til finaluumfarið í undankapping seinasta vikuskiftið.
Talan varð um eina sera javna kapping tó við óvæntaðum úrslitum. Heldur óvæntað megnaði føroyameistarin frá 2021, Hallur Joensen ikki at spæla seg víðari. Hann mátti lúta fyri bæði Max Rasmussen og Bjarna Thomsen, báðir úr Tvøroyrar Billardfelag. Tað eydnaðist tó hvørgum teirra at koma víðari til finaluumfarið heldur.
Ístaðin varð tað enn ein av gomlu billardveteranunum, Sonhard Johannesen úr Klaksvík, sum vann henda bólkin og harvið tryggjaði sær annað av plássunum millum teir 8 í finaluni.
Ein sera miðvísur og væltreffandi Carsten Hansen við billardborðið í Havnar Klubba
Har var eingin slingur í valsinum hjá eini av komandi stjørnunum á billardhimmalinum, Urbanus Olsen úr Klaksvík.
Í hinum bólkinum stóð kappingin millum Carsten Hansen úr Havnar Billardfelag og Urbanus Olsen úr Klaksvíkar Billardfelag. Dysturin gjørdist ein gysari av eini aðrari verð. Tá tað nærkaðist dystarloki hevði Carsten við einum umfari uppá 116 lagt seg nærum 200 eygu á odda og manglaði hann einans 4 eygu í at koma á mál. At skula innheinta so stóra føring í endanum á einum dysti er nærum ómøguligt, men Urbanus gjørdi tað ómøguliga møguligt. Við einum rimmar umfari uppá 162 eygu restaði honum bert lítið í at røkka javnleiki. Og so varð. Dysturin endaði við javnleiki 500-500.
-Tab og vind med samme sind helt frægi billardspælarin hjá Havnar Billardfelag, Carsten Hansen fyri, tá hann ynskti vinnaranum av bólkinum Urbanus Olsen tillukku.
Men samanlagt fyri báðar dystirnar hevði Urbanus væl fleiri eygu og átti harvið sigurin. Urbanus tryggjaði sær tí luttøku í FM finaluni við einum meðal uppá 25,37 eygu, sum boðar frá, at hann kann gerast millum teir fremstu til finaluna. Carsten, sum mátti lúta, hevði eitt meðal uppá 20,14.
Tølini tala. Ein gysari, sum endaði við javnleiki.
Hetta man vera mest spennandi dysturin í Føroyum í mong ár. Carsten, sum er gamal í garði í føroyskum billardspæli, vísti annars veruliga hvør dugur framvegis er í honum, tá tað dróg frá millum hann og Urbanus. Tað var um reppið hjá honum hesaferð.
Tað eydnaðist ikki Halli Joensen, fyrrverandi FM meistara at koma víðari til finaluumfarið, men hann var sera fegin um úrslitið hjá einum øðrum klaksvíkingi, Urbanus Olsen. Teir báðir vunnu annars FM fyri lið í fjør.
Endaliga úrslitið av hesi undankapping gjørdist tí, at tveir klaksvíkingar komu víðari og skulu teir kappast um vikuskiftið saman við hesum seks: Páll Hera Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag, Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag og Ólavi Kjølbro, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen og Per Hansen allir úr Havnar Billardfelag.
Formaðurin í Havnar Billardfelag, Óskar Eirikson fegnast um, at Bjarni Thomsen av Tvøroyri aftur er virkin í føroyskum billard. Hóast teir báðir stóðu seg væl í undankappingini, kom hvørgin teirra víðari - hesaferð.
Finaludystirnir verða spældir fríggjadagin 21. og leygardagin 22. apríl í hølunum hjá Havnar Klubba. Spælt verður í tveimum bólkum við 4 í hvørjum. Síðani verða semifinalur og loksins finala, sum verður umleið kl. 15 leygardag. Teir báðir bólkarnir eru hesir: Páll Heri Nolsøe, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen og Sonhard Johannesen og hin bólkurin: Ólavur Kjølbro, Kristian Suni Høgnesen, Per Hansen og Urbanus Olsen.
Fýra fyrrverandi FM meistarar luttóku í undankappingini seinasta vikuskiftið. Fv. Sonhard Johannesen og Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag og Jan Müller úr Havnar Billardfelag. Einans Sonhard kom víðari til finaluna - hesaferð.
Nú billard er vorðið tikið upp sum limur í ÍSF er kappingin komandi vikuskiftið opin fyri almenninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald