2025-10-11 12:43

Í morgun rullaðu kúlurnar aftur í føroysku billardítróttini. Lagt varð út í hesi fyrstu kappingini við Haldor Holm Cup í Klaksvík, har 15 spælarar eru við. Millum spælararnar eru fleiri av landins bestu og kunnu nevnast Ólavur Kjølbro, Urbanus Olsen, Jógvan Jørgensen, Per Hansen, Bjarni Skaalum, Niels Nielsen, Max Rasmussen, Jens Kjartan Feilberg, Kristian Sune Høgnesen og Sonard Johannesen. Tað var Ólavur Kjølbro, sum vann kappingina hjá fjør.
Stórur spenningur í kappingini longu frá byrjan í morgun. Millum spælararnar er eisini Kristian Sune Høgnesen, sum eigur met í FM-kappingum. Mynd Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald