Annað

Billardgullið aftur til Havnar

Eftir 18 ára oyðimarkargongd kemur billardgullið nú aftur til høvuðsstaðin.

Skjótt verða hesir báðir kosnir spildurnýggir føroyameistarar í billard fyri lið, tv. Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag (Mynd: Jan Müller)

Skjótt verða hesir báðir kosnir spildurnýggir føroyameistarar í billard fyri lið, tv. Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag (Mynd: Jan Müller)

2023-03-14 10:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast eitt umfar er eftir spæla í FM kappingini í billard fyri lið, so er greitt, at Havnar Billardfelag nú ber FM heitið aftur í Havnar Klubba. Í nærum tvey ártíggju er FM heitið í billard fyri lið, og harvið gullið, endað hjá feløgum uttan fyri Havnina. Tað veri seg í Fuglafirði, í Klaksvík og á Tvøroyri.

Men leygardagin kundu bæði oddaliðini hjá Havnar Billardfelag sanna danska orðatakið, at “Øvelse gør mester”. Miðvís og áhaldandi venjing blandað saman við hegni og talenti hava latið porturini upp til ovastu trónuna í føroyska billardheiminum. 

Eftir at Habi2 liðið við Nils Nielsen og Per Hansen fyrst megnaði at spæla javnt móti Tvøroyrar Billardfelag og harvið ruddaði slóð fyri besta liðnum hjá felagnum, tóku Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen á Habi1 sakina í egnar hendur, ruddaðu borðini í Havnar Klubba og vunnu 6-2 á Tvøroyrar Billardfelag. Eitt úrslit, sum nú hevur lagt havnaliðið einsamalt á odda í FM kappingini, og harvið fingið aðra hondina um gullstreypið. 

[object Object]

Hóast góð úrslit í kappingini, so gjørdust Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen ov stuttir til at røkka einum finaluplássi, tá teir vitjaðu Havnar Billardfelag leygardagin. Teir hava kortini enn møguleikan at vinna silvur, tó at tað krevur, at teir standa seg betur enn Habi2 í seinasta umfarinum um knappar tvær vikur.

Hóast lítil ivi nú er um, at hetta liðið fer at gerast føroyameistari, tá seinasta umfarið verður spælt í Klaksvík um tvær vikur, so kann tað koma hartil, at bæði liðini hjá Havnar Billardfelag koma at standa á jøvnum í stigum eftir seinasta umfarið. Tað er tó lítið sannlíkt. 

Men Habi1 við Kjølbro og Jørgensen liggur longu fleiri borðlongdir á odda, tá talan er um samlaða talið av eygum. Tá javnt er í stigum, telja eyguni. Tí kunnu vit sjálvandi við fyrivarni longu nú siga, at Havnar Billardfelag fer við gullinum og um heilt væl vil til so møguliga  eisini við silvurinum men tá skal seinna havnaliðið taka fleiri stig heim í seinasta dystinum. Hinvegin kann TVBF røkka silvurinum, um teir taka nøkur stig í Fuglafirði. 

Eftir kappingina hetta vikuskiftið stendur púra greitt, at hvørki tvørámenn, klaksvíkingar ella fuglfirðingar hava møguleika at gerast føroyameistarar. Tvøramenn hava sum sagt enn møguleikan at fara við silvurinum, um teir klára seg væl í Fuglafirði, og Habi2 klárar seg minni væl í Klaksvík. 

Støðan í stigum undan seinasta umfarinum er henda:

HABI1 55
HABI2 47
TVBF1 43
KLBF1 37
KLBF2 13
BFF1 13

Øll liðini hava spælt 9 dystir uttan KLBF2 og BFF1, sum hava spælt 8 og mangla dyst móti hvørjum øðrum. 

Í seinasta umfari um tvær vikur spæla:

KLBF1 - HABI1

KLBF2 - HABI2

BFF1 - TVBF1

Um kappingina leygardagin kann sigast, at tvøramenn komu ongantíð rættiliga fyri seg, hóast Páll Heri lætt og hegnisliga feldi manga keyluna og vísti framúr gott spæl, sum tó ikki rakk til ein oddasess. At lata frá sær 4 stig til Habi2 fyrrapartin, ruddaði tó slóð fyri Habi1 liðinum, sum longu tá var nærum tryggjað FM heitið, og tað gjørdi eisini sigursgongdina uppaftur lættari.  

Hóast Tvøroyrar Billardfelag átti sjálvan føroyameistaran fyri einstaklingar og besta spælaran í landinum gjøgnum hetta kappingarárið, so megnaði Páll Heri Nolsøe saman við Max Rasmussen ikki at syfta frægu Habi1 spælararnar Ólavi Kjølbro og Jógvan Jørgensen. 

Ólavur var dagsins maður. Hann skaraði heilt framúr, og var suverenur við einum meðaltali uppá 38,46 eygu í øðrum dystinum. Hann hevur sum fáur eygað fyri at raka kúlur og keylur við millimetra beinrakni. Róligur og stillførur sum ein tikari, ið fer eftir sínum offuri. Samanlagt hevði hann 30 eygu í meðal. Hann hevði eisini eitt umfar uppá 234 eygu. Næstur honum varð Páll Heri Nolsøe við einum meðaltali uppá 30,25 eygu í øðrum dystinum.

[object Object] 

[object Object]Nils Nielsen hevði besta umfarið í kappingini leygardagin uppá 264 eygu. Hann og Per Hansen megnaðu at spæla javnt móti Tvøroyrar Billardfelag og vóru harvið nærum við til at tryggja spælibrøðrunum í Havnar Billardfelag FM heitið 

Nils Nielsen, sum spældi á Habi2 liðnum, vísti eisini framúr gott spæl móti Páll Hera Nolsøe, tó at hann ikki vann tann dystin. Hann hevði eitt umfar uppá 264, sum var tað besta í kappingini  leygardagin. Og helst tað besta í hesum kappingarárinum. Í tí dystinum hevði hann  29,73 eygu í meðal. Saman við makkaranum Per Hansen megnaðu teir javnleik móti Tvøroyri og góvu harvið spælibrøðrunum á Habi1 bilettina til endaliga FM pallin.

Hóast spenningurin nú er rokin í oddinum, so er kortini stórur spenningur um, hvat lið í 1. deild flytur niður í 2. deild næsta kappingarár. Sum støðan er í løtuni standa botnliðini úr Klaksvík og Fuglafirði á jøvnum við 13 stigum hvør. Kortini er longu avgjørt, at Skálafjarðar Billardfelag flytur upp í bestu deildina.

Einki minni enn eitt bragd, nú teir eru so nýggir í føroyskum billardspæli - at byrja í 3. deild og síðani flyta upp í 2. deild og loksins í 1. deild. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder